Tí reyk Mourinho í Chelsea

Chelsea leikarin, Cesc Fabregas, greiddi í gjárkvøldið frá hví José Mourinho varð koyrdur í Chelsea stutt undan jólum

 

Eftir at Chelsea farna kappingarár vann greitt Premier League, hevur kappingarárið í ár verið heldur miseydnað fyri fyrrverandi vinnararnar av Premier League.


Frá byrjan av í kappingini hevði Chelsea trupulleikar, og stutt undan jólum, reyk Chelsea legendan, José Mourinho, sum venjari í London felagnum.

 

Men sambært Chelsea leikaranum, Cesc Fabregas, vóru tað leikararnir, ið høvdu ábyrgdina av, at José Mourinho varð koyrdur sum Chelsea venjari.

 

-       Vit svíktu Mourinho. Størsti trupulleikin var, at hann hevði ov stórt álit á okkum. Vit fingu eyka langa feriu, av tí at vit vóru meistarar, har Mourinho væntaði at tað fór at geva góða effekt í mun til langu kappingina. Nakað sum vísti seg at geva mótsatta effekt.

 

-       Tað er tann stutta orsøkin til at hann reyk. Eg havi ótrúliga stóra virðing fyri honum sum venjara, og bæði eg og hinir liðfelagarnir, eru keddir av at tað skuldi enda soleiðis.

 

Chelsea, sum nú hevur hollendska Guus Hiddink sum venjara, liggur í løtuni á 10’inda plássi í Premier League, og kunngjørdi fyri stuttum at italski Antonio Conte verður nýggjur venjari í felagnum í komandi kappingarárið.