Í dag – sunnudagin 12. november frá klokkan 15 til 17 – hevur Tórhild Bjarkhamar í Leirvík fernisering í Ribarhúsi í Fuglafirði, har hon letur upp listaframsýning.
Á skránni í Ribarhúsi verður tónleikaframførsla, og her verður eisini drekkamunnur at fáa. Tórhild Bjarkhamar hevur málað nógv seinnu árini, og hon hevur eisini havt framsýningar av sínari list.
Eingin ivi er um, at framsýningin hjá henni í Ribarhúsi verður bæði áhugaverd og forvitnislig, tí sum lutfalsliga nýggj listarkvinna í almennum høpi broytist listin hjá henni nógv.
Tórhild Bjarkhamar letur heilsa og sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin á gátt í Ribarhúsi, nú latið verður upp við fernisering klokkan 15 í dag.