Um hálvgumtrítíðina seinnapartin byrjaðu vetaranbilar at fylla Tórsgøtu.
Hetta hevur verið ein partur av flaggdagshaldinum seinastu árini, og stór undirtøka hevur verið, bæði av bilum og áhugaðum fólki.
Menað hetta tiltak fer fram, er gøtan sjálvandi avbyrgd, tí bilar standa frá Miðlahúsinum og niðan til matstovuna 11.
Har eru so at siga øll sløg av bilum, heilt frá húsvognum um personbilar til lastbilar. Og so ikki at tala um motorsúklurnar.
Ein rúgva av fólki leitaði sær oman í Tórsgøtu eftir flaggdagshaldið á Vaglinum og hugnaðu sær í góðveðrinum hesa løtuna.