Tórsgøta skal vera listarbýlingur

Ein ætlan fyri Tórsgøtu skal geva møguleikar fyri einum livandi, spennandi og fjølbroyttum mentanarlívi í miðbýnum í Havn

John Johannessen


Tórsgøta skal gerast ein listarbýlingur og í henni skal vera nýtt býarhús og bókasavn. Fyri at hetta skal bera til, skal Tórshavnar býráð leggja eina ætlan, sum kann skapa livandi, spennandi og fjølbroytt mentanarlív í miðbýnum.

Hetta er eitt av mongu tilmælunum í nýggja mentanarálitinum, sum mikudagin varð handað býráðsformanninum í Havn.

Arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt álitið, mælir vísir á, at kommunan eigur nógv hús og nógvar ognir í sjálvum hjartanum í býnum. Staðfest verður, at eitt virkið mentanarlív er um at taka seg upp fram við Tórsgøtu, og heldur bólkurin tað vera rætt at hugsa sær, at hetta virksemið mennist so hvørt. Avleiðingin av hesum skal verða, at umhvørvið fram við Tórsgøtu sum frá líður gerst listarligi og mentanarligi miðdepilin í býnum.

Vísit verður í álitinum á, at í íslendska býnum, Akureyri, sum er á stødd við Havnina, hevur kommunan innrættað mentanardepil í gomlum virkisbygningum í miðbýnum. Hesin býlingur verður nú, sambært álitinum, kallaður Listagilið. Í hesum býlingi eru verkstovur til listarfólk, spælistøð, høli til framsýningar og framførslur, kaffistovu og matstovu.

Arbeiðsbólkurin sigur seg hugsa sær, at ein tílíkur listarbýlingur kann skapast í Tórsgøtu, ið kann breiða seg víðari fram við Vestaruvág og út til Müllers Pakkhús og umhvørvið har.