Tórshavn setur fokus á umhvørvið

Afturvendandi umhvørvisvikan í Tórshavnar Kommunu verður í komandi viku við hópin av tiltøkum. Serligur dentur er lagdur á gera børn tilvitað um umhvørvið Tórshavnar Kommuna hevur í mong ár havt ein ávísan áhuga í at verja um umhvørvið. Tað eru fleiri ártíggju síðani, at slagorðið »Plantið eitt træ« fyrstu ferð var at síggja, eitt nú uppi í áskoðaraskýlinum í Gundadali.

Nógvu seinastu árini hevur kommunan eisini latið borgarunum teir sonevndu plantupakkarnar, við trimum-fýra ymiskum plantuvøkstrum, sum fólk síðani kundu prýða sínar urtagarðar og havar við.

Men seinastu árini hevur kommunan ynskt at gjørt meiri við júst umhvørvið, og annað árið á rað verður tí skipað fyri einari heilari umhvørvisviku.

Og tað verða nógv ymisk tiltøk á skránni.

- Vit ynskja fyrst og fremst at gera borgaran meiri tilvitaðan um umhvørvið, og geva tí størri als í gerandisdegnum, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Kommunu.

Tá skipað verður fyri fokus á umhvørvið í eina heila viku, so eru nógv afturvendandi tiltøk sum »ikki slepst undan« í tí sambandi. Kendir eru teir sonevndu ruddingardagarnir, sum verða fyriskipaðir kring alt landið og av øllum kommunum minst einaferð um árið. Í Tórshavnar Kommunu verður ruddingardagurin leygardagin 12. mai, og verður hann fyriskipaður í øllum bygdunum í kommununi. Uttanfyri Havnina verða tað staðbundnu nevndirnar, ið skipa fyri.