- Mín fyrsta hugsan var, at talan mátti vera um ein skemtisøgu av teimum heilt stóru. Eg hugsaði eisini, at var dagurin 1. apríl, so var hetta ein rættiliga góð aprílsøga. Hetta er fullkomiliga vitleyst, sigur Kartni Olsen, formaður í Bátafelagnum við Dimmalætting.
Kartni Olsen sigur, at fyribils bíðar Bátafelagið við at gera nakað, fyrr enn ætlanin er viðgjørd í býráðnum. Verður byggiloyvi givið, so fer hann at kalla inn til limafund, har avgerast skal, á hvønn hátt felagið skal mótmæla hesum.
Kartni Olsen sigur seg tó ivast í, um loyvi yvirhøvur verið givið, um at byggja hotell á vestaru vág.
- Hotellið kemur at liggja beint frammanfyri einum av vakrastu húsunum í Havn, Müllers Pakkhúsi, sum harvið verður oyðilagt, heldur Kartni Olsen, sum hevur eitt annað uppskot.
- Tá hesir menninir hava so nógvar pengar, lat teir so keypa Tinganes og flyta løgmann og landsstýrið onkra aðrastaðni. Betri stað finnur man ikki til eina slíka ætlan, segði Bátafelagsformaðurin við Dimmalætting í gjár.