Í vár og í summar hevur nógv verið skrivað og hoyrt um oljulekar á Havnarvág. Oljulekarnir frá oljufeløgum og skipum hava sett met seinasta árið og hava verið til stóran ampa fyri náttúruna og fólkið, sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til vágirnar báðar.
? Tórshavnar Havn stinkar, sum ein bátaeigari tók til nú ein dagin. Tað luktar av olju og óhumsku, so skjótt tú nærkast Vágsbotni. Nú er reinari í Rotterdam enn á Havnarvág.
Vit kunnu øll vera samd um, at einki samband er millum tað, sum vit føroyingar vilja við okkara ferðavinnu og bjóða fram í faldarum uttanlands, og so tað, sum í løtuni gongur fyri seg á Havnarvág.
Vit, sum dagliga koma í Vágsbotn, og sum dagliga sigla á vágni og í Nólsoyarfirði kunnu vátta, at ein oljufilmur og annað órudd í mánaðir hevur ligið á sjónum á báðum vágunum og suður í fjørðin. Sjálvandi meir og minni, alt eftir hvør ættin er.
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at okkara kappróðrarbátar í summar hava vant í olju. Teir hava ongantíð verið so skitnir eftir venjing. Eisini er hoyrt um manning á útlendskum stuttleikabáti, sum kappaði endarnar, tá teir fóru úr Føroyum, tí teir ikki vildu hava skitnu end-arnar inn aftur í bátin.
Vágsbotnur er ein perla í høvuðsstaðnum, og har koma nógvir útlendskir stuttleikabátar og nógv fremmandafólk. Tað er pínligt at eygleiða útlendingarnar, sum hyggja at, meðan fiskimaðurin selur dagsins fong úr kørunum á bryggjukantinum, og so síggja oljuna og óhumskuna flóta á sjónum útfyri.
Tú hevur altíð hoyrt, at Tórshavnar havn er tann stovnurin undir býráðnum, sum hevur flestu inntøkur-nar og flestu pengarnar at ráða yvir. Tí er tað óskiljandi, at meðan Tórshavnar havn byggir ferjuhavn fyri tíggjutalsmilliónir og annars byggir út á havnarøkin-um, so hava tey ikki ráð at rudda havnarøkið og taka óhumskuna og óruddið upp úr sjónum.
Tað er eisini løgið, at samstundis sum býráðið hevur stórarbeiðið í gongd uppi býnum, so rennur óhumska á sjógv í Vágsbotni.
? Vit vita um trupulleikan, og vit innheinta tilboð í løtuni til nýggja kloakk, segði býráðslimur í útvarpinum. Eftir mínum tykki eigur handan kloakkin at raðfestast allarfyrst, tí óhumskan í Vágsbotni er ein stór skomm fyri býin.
Og tað er ikki bara oljan, sum er trupulleikin. Tað líkist ongum, at tað skal vera so óruddiligt í fjøruni og á havnarøkinum, tað veri seg um tú gongur av Argjaboga og heim til Havnar ella av Skansanum og út á Boðanes. Tað liggur alt ov nógv órudd og flýtur allastaðni.
Fyrr sást tú dagliga menn spula á bryggjunum, men hesir eru nú sum lundi á jólanátt. Sum skilst, so arbeiða nógv færri menn hjá Tórshavnar havn enn tað gjørdu fyri nógvum árum síðani, sjálvt um Tórshavnar havn í dag eisini umfatar Argir og Kollafjørð. Havi skilt, at teir eru undirmannaðir í mun til stóra økið teir hava ábyrgdina av.
Tórshavnar havn kundi lært av teimum, sum hava ábyrgdina av Viðarlundini. Hvønn morgun fer ein maður við posa og einari tong framvið ánni og nógvu gøtunum í Viðarlundini. Har koma nógv fólk hvønn dag bæði ung og eldri, og har er reint og nossligt.
Tórshavnar havn eigur longu í hesi vikuni at søkja eftir arbeiðsfólki, sum kann rudda á havnarøkinum og á vágunum. Ein dag kanska ganga ein túr við posanum av Argjaboða heim í Álaker, ein annan dag frá Skansanum út á Boðanes og ein triðja dag spula óhumskuna burtur, sum er komin uppá bryggjukantin í Vágsbotni. Her er nógv at tríva í, og hví ikki nýta skúlaungdómin, sum er í summarfrí og kann forvinna sær nakað av peningi?
Tað er undir alt lágmark, at kommunan ikki megnar at halda vágirnar, havnarøkið og bryggjurnar reinar, nú vit eru í hægstu summartíð, og so nógv fremmanda fólk koma til landið. Tað er pínligt og skomm, tað sum er farið fram á vágunum seinasta árið.
Hoyrdi í sjónvarpinum í seinastu viku, at higartil hevur uppruddingararbeið-ið av teimum 25 000 litrunum, sum farnir eru á sjógv, kostað 100 000 krónur.
Tað er ógvuliga bíligt, um oljufeløgini og skipini, talan er um, sleppa bara við at gjalda 100 000 krónur, tí skaðin tey hava gjørt og gera á nátturna hevur eitt størri virði enn 100 000 krónur. Og harafturat kann staðfestast, at Vágsbotnur framvegis stinkar av olju, og at olja framvegis flýtur millum bátarnar í Vágsbotni.