Argja Bóltfelag er í stórum vanda fyri at missa loyvið at spæla í Vodafondeildini.
Fyri at fáa loyvi at spæla í Vodafondeldini, at AB kunna vísa FSF á, at felagið hevur eina positiva eginogn.
Hetta er ein treyt frá evropiska fótbóltssambandium, UEFA.
Hesa treyt lýkur Argja Bóltfelag ikki, tí felagið hevur onga positiva eginogn at vísa á í roknskapinum.
Fyri at sleppa undan at verða útihýst í Vodafondeildini, hevur felagið tískil søkt Tórshavnar Býráð um at sleppa at keypa AB-Húsið við fótbóltsvøllin á Argjum.
Felagið sigur eisini, at tað er sera tórført at reka felagið, uttan at hava fasta ogn at seta í veð.
Og á Býráðsfundi seinnapartin í gjár, samtykti Býráðið einmælt at selja teimum húsið og sostatt kann Argja Bóltfelag nú eisini kalla seg húsaeigara skjótt.
Her skal leggjast afturat, at Sjúrður Olsen, sum hevur er næstformaður í FC Argir, ið er eitt undirfelag hjá AB, var ikki á fundi ímeðan málið varð viðgjørt.
230.000 Krónur
Tórshavnar kommuna samtykti, at nú AB skal keypa felagshúsið aftur, verður keypsrísurin 230.000 krónur
Tað var annars AB, sum í síni tíð bygdi húsið fyri 1,3 millión, umframt at 600.000 krónur vórðu brúktar í ókeypis arbeiðsorku. Sostatt kostaði húsið tilsamans 1,9 millión, men stutt eftir yvirtók Argja Kommuna, sum tá var til, húsið.
Keypsprísurin er roknaður soleiðis út, at eftir byggikostnaðinum upp á 1,9 millión, hevði almenni stuðulin upp á 30% verið 570.000 krónur. Verður so sjálvbodna arbeiðið upp á 600.000 krónur og bráðneyðugi umvælingartørvurin upp á 500.000 krónur eisini drigið frá, endar býráðið á einum søluprísi upp á 230.000 krónur.
Seint í 2008 varð húsið annars mett at vera 2,8 milliónir vert, men samstundis verður mett, at brúk er fyri umvælingum fyri eina hálva millión.
Hinvegin er tað ein treyt frá Tórshavnar Býráð er, at húsið kann í mesta lagi veðsetast fyri 1,2 millión fyri at tryggja at húsið og virðini verða rikin skynsamiliga.
Harafturat kann AB ikki selja húsið aftur uttan í samráð við Kommununa, so so eisini skal hava rætt at fáa stuðulin upp á 570.000 krónur afturgoldnar.
400 leikarar
AB er eitt av teimum stóru feløgunum við 400 virknum leikarum. Samstundis hevur felagið vælskipað barna og ungdómsarbeiði og tað var eisini á Argjum, at lunnar vórðu lagdir undir kvinnufótbóltin.
Tað er grundgevingin hjá Tórshavnar Býráð fyri at hjálpa AB burtur úr fíggjarligu knípuni.
Býráðið staðfestir eisini, at felagið hevur stóran týdning fyri trivnaðin á Argjum og vesturbýnum annars og missir felagið loyvið at spæla í Vodafondeildini, verður øll framdrift drigin úr felagnum og tað merkir í veruleikanum, at grundarlagið verður tikið undan tí.
Tað hevði fingið stórar avleiðingar fyri trivnaðin og fótbóltin í kommununi
Tí hevur tað stóran týdning fyri AB at fáa ognarrættin til húsið so at felagið lýkur fíggjarligu treytirnar fyri at sleppa at spæla.
Hinvegin er tað onki endamál hjá kommununi at eiga eitt hús sum hetta. Men selir kommunan húsið, sleppur hon samstundis undan útreiðslum til umvælingar.