Tórshavnar kommuna kærd til Mentamálaráðið

Lærarar og leiðsla í Skúlanum á Argjahamri eru so mikið ónøgd við eina avgerð hjá Tórshavnar kommunu at nýta hølini hjá skúlanum til ungdómshús, at tey hava kært avgerðina til Mentamálaráðið. Tað gera tey við tí grundgeving, at tey ikki hava fingið stundir at siga sína hugsan um staðsetingina, veit Kringvarpið at siga.


Í kæruni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, sæst, at Marjun Holm, stjóri í Skúlanum á Argjahamri, metir tað er brot á fólkaskúlalógina, at kommunan hevur tikið eina avgerð, áðrenn hon hevur fingið eitt ummæli frá skúlastýrinum og námsfrøðiliga ráði skúlans, ið eru lærararnir, um málið.


Skjøl hjá Kringvarpinum vísa eisini, at námsfrøðiliga ráðið hevur sent klagu til Mentamálaráðið, um at tey ikki eru hoyrd í málinum.


Sama dag sum skúlastjórin sendi Mentamálaráðnum eina kæru um málið, fær stjórin málið til hoyringar frá Tórshavnar kommunu. Hetta er tveir dagar áðrenn ungdómshúsið skal lata dyrnar upp og metir stjórin, at freistin er ov stutt til at lærarar og stýrið kunnu siga sína hugsan, tí talan er um hægsta summar- og próvtøkutíð.


Trivnaðarstjórin hjá Tórshavnar kommunu svarar tó, at leiðslan hevur allan møguleika at savna lærarar og skúlastýrið saman áðrenn frestina, og um einki svar kemur, so tekur kommunan tað til eftirtektar, men heldur fram við verandi ætlan.


Nýggja ungdómshúsið á Argjum lat upp leygarkvøldið.