Ummæli
Kári Olsen
Herfyri gav Tórshavnar Manskór út fløguna "Væl má gagnast". Hetta er eitt vœlvalt heitið, tí innihaldið má sigast at gagnast sera vœl. Havi lurtað nakrar ferðir eftir fløguni, og mín meining er, at hon verður bara betri, oftari tú hoyrir hana.
Hetta sigi eg, tí at eg havi hoyrt Tórshavnar Manskor sungið fleiri ferðir, og hetta man vera tað besta, teir nakrantið hava sungið. Um tað eru mikrofonirnar og teknikkurin, sum hjálpir, skal eg ikki siga, men her syngja menninir.
Tað var einaferð onkur, sum segði, at Tórshavnar Manskór bara brúkti tvœr styrkir, tá teir sungu: hart og forb.... hart. Eg gevi ikki viðkomandi rœtt. Her syngur korið. Melodiirnir koma sera vœl fram, vœl stuðlaðir av góðum kórútsetingum sum eitt nú sangirnir, sum Heri Eysturlið hevur lœgt til rœttis.
Sangirnir, sum eru valdir á fløguni, eru úr gamla úrvalinum hjá kórinum. Tó er onkur sangur, sum kanska ikki hevur verið í úrvalinum hjá teimum so leingi. Her hugsi eg um sangin “Rasbojnika”.
Tað kann vera, at hinir sangirnir eru valdir, tí menninir føla seg tryggar við teir.
Solosangarar eru eisini. Her er ein, sum skarar framúr, og tað er Petur H. Niclasen. Hann hevur eina klára og vakra rødd. Petur skuldi havt gjørt meira við sangin fyri árum síðani. So hevði hann verið kendur uttanfyri føroysku landoddarnar. Fróði Sandoy, Birgir Krossteig, Mouritz Mohr, Tór Verland Johansen og Andrias Reinert skulu heldur ikki gloymast. Vælvaldir solosangarar til røttu sangirnar. Eitt nú er tað altíð ein fragd at hoyra Andrias Reinert syngja negro spirituals.
So er tað ljóðgóðskan á fløguni. Og her eru vit so aftur í tí tøkniliga. Góðskan er einastandandi.
Á fløguni liggja trý ljóðløg. Eitt í vanligum stereo, eitt í "superstereo", og síðan eitt í surround. Hetta merkir, at lurtarin sjálvandi kann spœla fløguna í einum vanligum stereoanleggi, ella einum, sum kann lesa superstereo, sum Play Station 3, og at enda ber eisini til hjá lurtaranum at leggja fløguna í eitt surroundanlegg og síðani njóta fullu góðskuna av teknikkinum.
Hetta er fyrsta fløga av hesum slag, sum er givin út i Føroyum, og hetta er eydnast sera vœl hjá Tórshavnar Manskóri. Njótið røddirnar koma úr teimum ymisku hátalarunum. Tað er sum at sita á fyrstu parkett til eina konsert hjá kórinum. Ja, kanska betri!
Fløguhúsin má eisini viðmerkjast. Myndin frá plattavirkinum sýnist mœr heldur løgin, men vónandi er ein søga aftanfyri myndina. Eg kenni hana so ikki. Hevði hugsað mœr bara onkra aðra mynd a húsanum. Eina mynd, sum sigur eitt sindur um, hvat innihaldið á fløguni er.
Nu havi eg hvørki stjørnur ella hattar at geva fløguni, men um so var, hevði eg givið 5 av 6. Hví? Hvat skal man so geva einari, sum er perfekt?
So her er bert eitt at siga: "Vœl má gagnast!"