Fyrr í ár tók Tórshavnar Manskór lut á norðurlendsku/baltisku manskórstevnuni í Estlandi, har kórið hevði eina sera umfatandi skrá við sangum á nógvum ymiskum tungumálum.
Tórshavnar Manskór framførdi eisini beinleiðis í estiskum sjónvarpi, og vóru stórliga fagnaðir. Kórið fekk eisini nakrar minniligar upplivingar í Russlandi.
Í morgun vitjaðu Mads Winther og Jónfinn Peturson úr Tórshavnar Manskóri morgunsendingina hjá Rás2, har teir greiddu frá minniligu ferðini. Nomið var eisini við ta spennandi vitjanina, sum er á skránni hetta vikuskiftið. Karlakór Kopavógur fer saman við Tórshavnar Manskóri og Hanusi G. Johansen at hava konsert í fabrikkini hjá Østrøm í kvøld klokkan 21. Tórshavnar Manskór, sum nú hevur bæði Kára Bæk og Bjarna Restorff at stjórna kórinum er sera væl fyri, aftaná drúgvu venjingarnar teir hava havt gjøgnum alt árið.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Mads Winther og Jónfinn Peturson.