Tórshavnar Manskór várkonsert í Klingruni.

Klokkan 17.00 trínur Tórshavnar Manskór fram á gólvið í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Við einari breiðari viftu av føroyskum

og norðurlendskum sangum. Tórshavnar Manskór er eitt av ídnastu og mest bílagdu kórum í landinum. Kórið hevur latið fýra fløgur úr hondum, harav fyrstu útgávurnar eru heilt útseldar.

Kórið hevur gjørt fleiri uttanlandsferðir hesi tjugu og fýra árini síðan stovnanina. Eitt nú hevur kórið fingið fleiri heiðursmerki til manskórskappingar sum kórið hevur luttikið í.

 

Í fjør var kórið í Danmark og luttók í væleyðnaðari manskórsstevnu í Sønderborg á Als í Suðurjútlandi. Í norðurlendskum manskórssamanhangi er kórið eisini høgt í metum og er tað partvís eisini tí at konsertin verður leygardagin.

 

NSF (Nordisk Sanger Forbund) ið er felagið fyri norðurlendsk manskór, ið eisini umfatar Baltisku londini, hevur árliga fundin í Føroyum ár. Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum.

 

Í hesum sambandi er ætlanin at kórið skal til Norðurlendska manskórsstevunu ið ætlandi verður í Tartu í Estlandi í juni mánaði í komandi árið, 2012. Bjarni Restorff er kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri.

 

Hetta hevur hann verið síðan stovnani í 1986. Bjarni ið er ein av allarbestu kórleiðarum í landinum, hevur eisini havt fingurin við í spælinum í útsetanini av onkrum at sangunum.