Tórsvøllur fullsettur til Írlands-dystin

Enn eru nøkur atgongumerki eftir, men roknað verður við, at hesi verða seld seinastu dagarnar undan dystinum

Landsdystur

Tað líkist einum fullsettum leikvølli, tá Føroyar og Írland fara at dystast komandi mikudag.
Tá vit týsmorgunin høvdu samband við skrivstovuna hjá Fótbóltssambandinum, vóru enn nøkur atgongumerki eftir, men roknað verður fyri víst, at hesi verða seld seinastu dagarnar undan dystinum.
- Tað eru á leið 1.000 atgongumerki eftir, so vit rokna við, at talan verður um fult hús, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari.
- Vit fara at lata suðuroyingar keypa atgongumerki í forsølu hesa vikuna, og so verður tað, sum eftir er, sett til sølu her hjá okkum frá mánadegnum av. Hvussu tann sølan so fer at ganga, ber sjálvandi ikki til at siga her og nú, men vit rokna við, at tá mikudagurin kemur, eru øll atgongumerki burtur. Um ikki, so ber sjálvandi eisini til at keypa seinastu atgongumerkini við inngongdina til Tórsvøll, sigur aðalskrivarin.

Veðrið kann bjarga Sveis
Til landsdystin móti Sveis tykist áhugin ikki vera heilt tann sami. Í forsølu eru á leið 1.000 atgongumerki seld, og hartil koma so tey, sum FSF letur stuðlum og øðrum, so í løtuni er talan um eini 1.500 áskoðarar.
Tað skerst ikki burtur, at tað helst tekur nakað av landsliðsáhuganum, at dysturin verður leiktur um sama mundið, sum kappróðurin er á norðoyastevnu. Nakað, sum eisini Ísak Mikladal ásannar.
- Ja, tað er eitt sindur harmuligt, at so skal vera, men tað mugu vit so liva við. Tíbetur sær tó til, at veðrið fer at skikka sær heilt væl, so vit vóna, at nakað av áskoðarum legst afturat í døgunum og tímunum upp til tann dystin.