Tørvur á fleiri prestum í Suðurstreymoy

Suðurstreymoyar Vestara Prestagjald vil hava ein prest afturat, og tað er eisini tørvur á minst einum presti afturat í Eystara Prestagjaldi Arbeitt verður við at fáa eitt prestastarv aftrat í høvuðsstaðnum. Tað skrivar Trúboðin, sum eisini veit at siga, at kirkjuráðini í Suðurstreymoyar Vestara Prestagjaldi hava latið umsókn um at fáa eitt prestastarv aftrat.

Stiftsstjórnin hevur viðmælt umsóknini, og fyrsta dagin skal Jógvan Fríðriksson, bispur, á fund við landsstýriskvinnuna í mentamálum um starvið. Bispur sigur seg vóna, at tað nýggja starvið kann setast seinast í hesum árinum.

Eisini í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi eru ynski um ein prest aftrat. Í løtuni eru tveir prestar í vestara prestagjaldinum og tríggir í hinum, men bispur sigur við Trúboðan, at tað er eisini tørvur á minst einum presti afturat í eystara prestagjaldi.