Tørvur á grønlendskum sjókortum

Donsku myndugleikarnir ásanna, at sjókortini, sum vísa viðurskiftini fram við grønlendsku strondini, hava ábøtur fyri neyðini. Tað sæst í einum svari, sum grønlendska fólkatingskvinnan Sara Olsen fekk frá danska umhvørvismálaráðharranum, tá hon spurdi um hesi viðurskifti.
Sambært tingkvinnuni vanta verulig sjókort fyri umleið 80 prosent av teirri grønlendsku strondini. Hon vísir á, at tey stóru ferðamannaskipini hava ofta áhuga fyri óbygdum leiðum, har at kalla ongar uppmátingar eru gjørdar, og tað ger vandan fyri einum óhappi uppaftur størri. ??Umhvørvismálaráðið sigur í svarinum, at tess uppgáva er bara at kortleggja tær vanligu siglingarleiðirnar til tær grønlendsku havnirnar. Hinum uppmátingunum sigur ráðið seg ikki hava ábyrgdina av.