Tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum

Forkvinnan í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar Jana Dalsgaard sigur, at tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum, og um ikki nakað verður gjørt við støðuna skjótt, so verður galin endi. Hetta vísa framrokningar hjá felagnum

Ein stórur trupulleiki innan sjúkrarøktarfrøðingarnar er, sambært Janu Dalsgaard, at starvsfólkið fæst ikki at støðast. Og tað heldur hon kemur einamest av tungu arbeiðsbyrðuni, sum bert tykist at vaksa fyri hvørt ár. Og tað er nakað, sum felagið vil arbeiða við, sigur hon.
Harumframt vísa framrokningar hjá felagnum, at um ikki nakað verður gjørt við at útvega fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, so verður endin galin. Tað vil siga, at frágongdin er størri í mun til tey, sum byrja at lesa til sjúkrarøktarfrøðing, og tað sær forkvinnan í felagnum sum ein stóran trupulleika.
Hon greiðir frá, at meðalaldurin á starvsfólkunum liggur um 44,2 ár, og tað er rættuliga høgt.
? Meðalaldurin í grannalondum okkara er eisini rættuliga høgur, men Føroyar hava munin, sigur Jana Dalsgaard.
Jana sigur, at okkurt má gerast við støðuna, og hon hevur tvey uppskot um, hvussu tað kann gerast. Hon vísir á, at um fleiri lesandi verða tikin inn, so kann tað vera ein máti at bøta um støðuna.

Arbeiða longur
Hin mátin, sum hon nevnir, er, um tað verður broytt soleiðis, at tey, ið eru fylt 67, sleppa at halda fram at arbeiða undir somu umstøðum og treytum, sum tey hava, um tey ynskja tað.
? Sjálvandi skal eitt starvsfólk sleppa frá, um tað ynskir tað, tá tað er fylt 67, men tað eru fleiri, sum kanska høvdu viljað sloppið at hildið fram í eina tíð afturat, tí tey hava orku og heilsu til tað, og tað dugi eg ikki at síggja nakað galið í, sigur Jana.
Í dag er tað soleiðis, at tá ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur fylt 67, verður viðkomandi uppsagdur, og tað heldur forkvinnan í sjúkrarøktarfelagnum er ein óverdug mannagongd. Felagið hevur gjørt vart við tað, og heldur so avgjørt, at hendan mannagongdin eigur at verða broytt sum skjótast.
? Hví skulu tey ikki kunna halda fram, um tey ynskja og orka tað. Eg meini so við, bæði læknar kunnu arbeiða og eitt nú løgtingsfólk kunnu stilla upp til tey eru 70, vísir Jana Dalsgaard á.
Tað ber til at søkja um at sleppa at halda fram í sínum arbeiði eftir, at ein er farin um tey 67, men tá verður tað sum tímalønt starvsfólk, og tað heldur Jana ikki er nøktandi. Hon heldur, at tey eiga at kunna halda fram við somu treytum og umstøðum, og harvið hevði ein møguligur bati á frágongdini eisini verðið sjónligur, heldur hon.
? Alt hetta eru viðurskifti, sum felagði eisini hevur gjørt politikkararnar varðugar við, so vit hava nógv at arbeiða við, sigur Jana Dalsgaard, forkvinna í sjúkrarøktarfelagnum, sum situr í sáttmálasamráðingum enn.
Felagið leggur størsta dentin á grundlønina og meira frítíð í teirra kravum, og Jana sigur, at samanumtikið er hon hampuliga vælnøgd.
? Vit eru jú í samráðingum enn, so eg fái ikki sagt nakað ítøkiligt, men tað er á einari leið. Tað gongur tann rætta vegin við samráðingunum, og vit stíla ímóti at verða liðug í hesi vikuni, sigur Jana Dalsgaard, forkvinna í felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.