SAMANUMTØKA
Tað er neyvan nakar ivi um, at G! Festivalurin er millum tónlistarligu hæddarpunktini í Føroyum. Ein slóðbrótandi stovnur, sum á hvørjum ári blæsur lív í og gevur íblástur til føroysku tónleikamenningina.
Síðani festivalurin byrjaði, fyri seks árum síðani, hevur hann voksið seg størri og sterkari við árunum. Frá at vera ein eindagskonsert til ein av mest spennandi festivalunum í Norðurlondum. Hetta er nakað at vera stoltur av, og avgjørt nakað at gleðast um.
Sólskinssøga
G! Festivalurin 2007 eydnaðist sera væl. Serliga gjørdi tað serstakliga góða veðrið sítt til, at teir tríggir festivaldagarnir vóru millum teir bestu nakrantíð.
At regnið og sólin í ár høvdu valt at ganga nýggjar festivalleiðir, kunnu roskildegestir ilskast inná, og vit her heima fegnast um. Tí sólin skein allan dagin til hon setti, og eftir tað, var lýtt í veðrinum. Húgvur og føroyskar troyggjur, ið so við og við eru vorðin G! móti, komu ikki fram fyrr enn náttarkuldin kreyp inn, og myrkt varð.
Betur og betur
At fyrireikararnir hava lært av undanfarnum árum sást aftur í ár. Matartilboðini vóru fleiri, tíðarætlanin var hildin og atgongumerkjasølan av eindagspassum varð væl lýst frammanundan.
Eisini var frálíkt, at ganga oman á sandin eftir nýggju rásini, ið Gøtu kommuna hevur gjørt, og ikki eftir skirvisligu træbrúgvunum, ið ein fyrr vantaði fóru at brotna, hvørja ferð ein gekk oman ella niðan av sandinum.
Tónleikastøðið var sum heild høgt, og sum G! er kent fyri, so vóru tað mong, ið møttu nýggjum tónleiki og fingu víðka tónlistarliga sjónarringin. Hetta er tað, undirritaði gleðist mest yvir á hvørjum árið. Áður ókendir bólkar loypa á teg og bergtaka.
Okkurt vantaði
Natasha Bedingfield er higartil størsta aktuella tónleikanavnið, ið nakrantíð hevur verið í Føroyum, sambært fyrireikarunum. Men á ein ella annan hátt, so var tað okkurt, sum treyt. Kanska eitt høvuðsnavn aftrat. Ikki tí; góður tónleikur var, sum áður nevnt, nokk av.
Guillemots, Loney, Dear, Petur Bén og fleiri onnur vóru ein stór fragd at hoyra og borgaðu fyri høgari tónleikaligari góðsku.
Men sammetir tú við undanfarin ár, var í so gott pláss á sandinum. Meðan tey bæði størstu nøvnini, Natasha Bedingfield og Guillemots, framførdu, kundi tú standa rættiliga frammaliga, og tó hava gott pláss. Til sammetingar var stúgvandi fult, tá ið Europe framførdu í síni tíð.
Nú veit eg ikki hvussu nógv fólk vitjaðu festivalin. Vónandi fleiri enn nakrantíð, tí eg ynski alt tað besta fyri menningina av tónleikinum her á landi. Hetta er galdandi fyri allar festivalar og øll tiltøk, ið ríka føroyska tónleikalívið. So er tað sagt.
Men okkurt sigur mær, at vónirnar um tíggju túsund vitjandi ikki hava verið uppfyltar, og at talið á gestum ikki hevur sett met í ár. Vónandi fari eg skeivur.