Týski forsetin lagt frá sær

Týski forsetin, Horst Köhler, kunngjørdi í dag, at hann fer úr embæti sínum beinanvegin. Köhler, sum varð afturvaldur á forsetavalinum í fjør, hevur verið fyri atfinningum fyri ymiskt, sum hann hevur sagt um týsku hermegina og landsins handilsáhugamál.

Hann hevur millum annað sagt, ay Týskland, sum er sera heft at samhandli við umheimin, noyðist at ásanna, at tað kann gerast neyðugt at brúka hermegi uttanlands fyri at tryggja landsins áhugamál.

Hetta segði hann leygardagin, beint eftir at hann var komin heim av vitjan í Afghanistan, og orð hansaravórðu tulkað, sum at hann er ímóti, aty týskir hermenn eru har.

Sjálvur hevur Horst Köhler sagt, at orð hansara vórðu misskilt, men at hann kortini hevur gjørt av at fara frá.