Joachim Löw, landsliðsvenjari hjá Týsklandi, vónar, at UEFA í næstum fer at skipa fyri eini undankapping til undankappingina, so at Týsklandi sleppur undan at møta londum sum Føroyar.
Tað er danska Ekstra Blaðið, sum hevur søguna úr týska blaðnum, Kicker.
- Dystarskráin er á tremur við dystum og okkurt má gerast. Tað er ivasamt um tað gevur nakra ítróttarliga meining at spæla tveir dystir móti londum sum Kasakstan, Andorra, San Marino og Føroyum, sigur Joachim Löw við Kicker.
Týskland skal fríggjadagin spæla móti Kasakstan og tað er í hesum sambandi, at týski landsliðsvenjarin hevur úttalað seg. Hann skilur tó, at tær lítlu tjóðirnar liva av slíkum dystum.
- Tær lítlu tjóðirnar liva fyri hesar dystirnar, bæði fíggjarliga og ítróttarliga. Men eg ynski at fáa eina lættari skrá. Eg standi inn fyri eini undankapping til undankappingina, sigur Joachim Löw víðari.
FIFA forsetin, Sepp Blatter, lovaði á tíðindafundi á Tórsvølli, at so leingi hann var forseti, so var ongin vandi fyri, at smáu tjóðirnar blivu skumpaðar til viks.
Týskland er í bólki við Føroyum, Kasakstan, Eysturríki, Írlandi og Svøríki.