Túsund og eitt pláss

Fyri fýra árum síðani var nógv talað um altjóða universitet... og so nógv annað. Vallyfti í Føroyum eru, nakað sum veggjaprýði, óbindandi karmar ið saktans kunnu skiftast út.?Sjálvstýrisflokkurin lovaði undan farna vali at uppraðfesta hægri útbúgving.

Vit søgdu tá, at lestrarplássini skulu vera á leið eins nógv og talið á lestrarsøkjandi. Ávísur vøkstur hevur verið, men vit standa stórt sæð í stað – og nú eru serliga nógv á miðnámi, sum fara av landinum, um vit ikki greitt boða frá, at talið av lestrarplássum og útboðið av ymiskum útbúgvingum fara at hækka munandi komandi árini. Túsund eru bert byrjanin.?Hugsa um, hvat túsund pláss merkja. Jú t.d. at tveyhundrað lesandi árliga kunnu taka síðsta hálvárið av danskari útbúgving í Føroyum; at tveir pedagogflokkar árliga fáa netútbúgving sína av Frælsinum heldur enn av Danner; at tveyhundrað útlendingar árliga taka hálvár av útbúgving síni í Føroyum; at tveyhundrað tilkomin fólk árliga taka nøkur stakskeið sum eftirútbúgving; og so at fólk svarandi til einar 4-5 flokkar sleppa úr miðnámi og á eina føroyska hægri útbúgving. Meir er tað ikki.?Túsund pláss forsláa ikki til ta størru verkætlan, sum má vera at øll føroysk lesandi skulu kunna velja at taka antin byrjan ella enda ella alla útbúgving sína í Føroyum. Heldur ikki til, at tilkomin fólk kunnu útbúgva seg av nýggjum til aðra yrkisleið. Heldur ikki at eftirútbúgva tey mongu, sum skifta yrkisleið ella koma heim aftur við minni enn 100 % viðkomandi útbúgvingum úr útlandinum (eintal bundið er ógvuliga passandi at brúka júst her).?Vit hava ikki ráð, mjarr, mjarr, mjarr    ?Løgnasta við at sita á tingi er, at álopini á ætlan Sjálvstýris um fleiri lestrarpláss koma fyrst og fremst frá vinstru og frá teimum yngru við hægri útbúgving. Vit mugu hava búskaparvøkstur fyrst, heldur ein, vit mugu út at læra okkum tolsemi, heldur annar, vit hava ikki ráð, tí vit skulu fyrst byggja skúla í Marknagili, so byggja Fróðskaparsetur, sigur triðji.?Hetta er alt tvass. Mestu sannlíkindi fyri búskaparvøkstri fáast við at hava nógvan ungdóm undir viðkomandi útbúgving nærhendis verandi vinnu okkara. At lesa virkisbúskap, KT ella leiðslu við parttíðar lærarum av Bakkafrost, Formula ella úr Vinnuhúsinum, ella at lesa miðlafrøði ella fyrisiting við lærarum úr vørpum ella miðfyrisiting, má vera meiri viðkomandi enn verandi tilgongd. Serliga, um hesi lesandi so fara út í minst hálvt ár at menna seg á júst teumum skúlum (ymsastaðni) ið hava allarfremsta kunnleika á ávísum øki.?Vit hava ovmikið av hølum í Føroyum. Bæði (Risa)Fróðskaparsetur, Eftirskúlin í Suðri og aðrar skúlaverkætlanir mugu umhugsast, so tær byrja í verandi hølum, sýna dygdir og avrik, so skulu campus og høli ivaleyst koma. At siga, at vit ikki hava ráð at skipa lestrarpláss, er sum at siga, at vit ikki hava ráð at seta sleppingarlomb við, ella ikki hava ráð at keypa maskinur, ella annars ikki hava ráð at gera íløgur, tí raksturin er so tungur. Íløgur mugu koma fyrst, rakstur lagast hareftir. Lestrarpláss eru íløga, ikki rakstur. Og túsund pláss? Forslær ikki!