Túsundárahald í Grønlandi

Skipað verður fyri mentanarráðstevnu í Grønlandi í samband við at túsund ár eru liðin, síðan Leivur Hepni fann Amerika, og móðir hansara tók við kristnari trúgv

Útnorðurráðið skipar í døgunum 13. og 14. juli fyri mentanarráðstevnu í Qaqortoq (Julianehåb) í Grønlandi. Stevnan verður hildin í samband við, at tvey túsundárahald falla saman í Grønlandi.

Liðin eru túsund ár, síðan Leivur »Hepni« Eiriksson kom til londini vestan hav, sum í dag eita Amerika. Samstundis eru liðin túsund ár, síðan kristan trúgvin kom til Grønlands. Tað var móðir Leivs, Tjóðhildur, sum bygdi kirkju á garði teirra, Eiriks Reyða, í Brøttulíð.

Hesi bæði hátíðarhaldini eru løgd saman, og eftir mentanarráðstevnuna í Qaqortoq verður farið í Brøttulíð, har hátíðarhald verður dagarnar 15. og 16 juli.

Tað er Útnorðurráðið, sum skipar fyri mentanarráðstevnuni í Qaqortoq. Føroyingar hava í løtuni formannin í Útnorðurráðnum. Jógvan Durhjuus úr Tjóðveldisflokkinum er formaður.

Ein føroysk sendinevnd fer at luttaka í grønlendsku hátíðarhaldunum. Talan verður sjálvandi um formannin í Útbnorðurráðnum. Men eisini útnorðurtingmenninir úr Føroyum, embætisfólk, løgmaður og varaløgmaður fara at luttaka.

Fylgið fór úr Føroyum við Atlantsflog til Grønlands um Ísland seinnapartin í gjár. Ferðalagið verður eftir ætlan aftur í Føroyum mikudagin 19. juli.


Mentan

Evnið á mentanarráðstevnuni í Qaqortoq er ikki heilt óvæntað mentan. Stutt og greitt. Tó verður hugtakið mentan í hesum førinum býtt í tríggjar partar. »Mentanararvurin í Útnorði«, »Útnorður sum partur av norðurlendska mentanarsamstarvinum« og »Mentanarsamstarvið í Útnorði nú og í framtíðini.«

Ráðstevnan verður skipað við uppleggum frá fólki, sum arbeiða við mentan í økinum. Og sjálvandi verður eisini lagt upp til orðaskifti millum luttakararnar.

Millum luttakararnar á ráðstevnuni verða mentamálaráðharrarnir í útnorði umframt tann danska mentamálaráðharran. Elsebeth Gerner Nielsen luttekur sum formaður hjá norðurlensku mentamálaráðharrunum í Norrøna Ráðharraráðnum. Úr Føroyum luttekur Høgni Hoydal, sum umsitir mentamál í løtuni.


Endurreisn

Annar partur av túsundára hátíðarhaldinum í Grønlandi verður í Brøttulíð, har Eirikur Reyði bygdi fyri góðum túsund árum síðani.

Útnórðurráðið hevur virkað fyri at endurreisa garðin og kirkjuna, sum kona Eiriks, Tjóðhildur, reisti. Kirkjan varð nevnd eftir henni. Tjóðhildarkirkja. Tó eru tað ikki teir upprunaligu bygningarnir, sum reistir verða aftur, uttan eftirgerðir skamt frá gamla búplássinum.

Hesir bygningarnir verða vígdir undir hátíðarhaldinum. Eisini verða teir alment latnir grønlendska heimastýrinum og Narsaq Kommunu í varðveitslu.

Hugskotið at endurreisa bygningarnar í Brøttulíð varð lagt fram á ársfundinum hjá Útorðurráðnum í 1992. Arbeitt varð við málinum, og í 1997 varð ein byginevnd sett at fyrireika sjálva endurreisnina. Formaður í bygginevndini hevur verið íslendski altingsmaðurin Árni Johnsen.

Jógvan Durhuus, formaður í Útnorðurráðnum, sigur, at nú bygningarnir standa lidnir, standa teir í umleið sjey milliónum krónum. Íslendingar og grønlendingar hava fíggjað meginpartin av kostnaðinum. Men føroyingar hava eisini verið við, sigur Jógvan Durhuus. Løgtingið hevur játtað 100.000,- krónur yvir tvey ár, meðan Landsstýrið gjøgnum Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur latið 50.000,- krónur til endurreisnina. Eisini hava nógvir aðrir sponsorar verið við í tiltakinum.

Væntað verður, at hendan endurreisnin av gamla garðinum fer at geva grønlendsku ferðavinnuni eitt gott íkast, eins og vónað verður, at tað kann fara at styrkja tað framman undan góða samstarvið, sum er í ferðavinnuni í Útnorði, sigur Útnorðurráðið í tíðindaskrivi, sum sent er út í samband við tiltøkini í Grønlandi komandi dagarnar.

Annars sigur Jógvan Durhuus, formaður í Útnorðurráðnum, at næsti ársfundurin hjá Ráðnum verður í Havn í døgunum 4. til 8. september. Tá verður nýggjur formanskapur valdur, og grønlendingar fáa tá formannin. Formansskapurin í Útnorðurráðnum situr eitt ár í senn og gongur upp á skift millum londini.oacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen