Tá tíggju minuttir skeiklaðu Kringvarpið

Tíðargrein:

Hví eru morgunlestrarnir ikki verdir at endursenda í útvarpi­num? Hví er morgunfimleikur útvarpsins ikki verdur at senda? Róland í Skorini, studentaskúla­lærari í religión og fronskum, endurskoðar í hesi grein avgerðina hjá Kringvarpinum um at skerja týdningarmiklar tættir í føroyskari útvarpssøgu Í 1987 skrivar Axel Tórgarð, prestur og fyrsti stjóri í Útvarpi Føroya, m.a. soleiðis í inngang­inum til bókina Morgunlestrar: Teir allarflestu av hesum lestrun­um hava verið lisnir í útvarpi­num. …Útvarpi­num takki eg fyri loyvi til at prenta teir og útvarpsswtjóranum fyri at hava skrivað fororðið. Og tøkk fái Eyðun Winther og Janus Mohr fyri at hava lisið til rættis….Tað er mín vón, at líka so væl sum teir vórðu móttiknir, tá ið teir vóru lisnir í útvarpinum, líka so væl verða hesir morgunlestrar móttikn­ir, nú teir verða útgivnir í bók”. Tað er týðiligt, at Axel kennir á sær, at hann við lestrunum í útvarpi­num hevur mentanarligt, málsligt og andligt samband við fólkið. Tí er hann takksamur og vónríkur um, at lestrarnir ikki bara vóru verdir at skriva, senda og endursenda, men eisini at prenta og geva Føroya fólki í bók. Eisini sæst, at útvarpið samstarvaði og gjørdi sær stóran ómak at rættlesa, tí lesturin var ein háttur at fjálga um mál og mentan. Er vón Axels nú brostin? Eru morgunlestrarnir ikki longur so frægt sum verdir at endur­senda? Tá millum 70 og 80% av Føroya fólki ynskja endur­sending av morgun­lestr­inum aftur á skránna, er vón og virð­ing fólksins ikki brostin. Men hvør lurtar eftir demo­kratisku røddini? Vert at endursenda Ein meginregla í øllum almenn­um fjølmiðlum er, at tað, sum er vert at senda, er eisini vert at endur­senda. Ein onnur meginregla er, at tað, sum er vert at senda, má send­ast minst tvær ella tríggjar ferðir, tí vit hava ikki øll stundir at lurta í senn. Vit hava jú trískiftisvakt í arbeiðslívinum. Um tað er ein skylda at senda lesturin kl. 07 á morgni, er tað sanniliga eisini ein sam­felagslig skylda at endur­senda hann eina ella tvær ferðir. Hetta átti at verið høvuðsreglan fyri allar sending­ar, sum eru verdar at senda, og sum ikki bara eru løtuuppliv­ingar sum t.d. ein fótbólts­dystur. Lestrar- og sálmaarvurin Í fororðunum til somu nevndu bók skrivar Niels Juel Arge, annar stjóri útvarpsins í mong ár, m.a.: ”Eg gevi útgávuni mítt besta við­mæli…. Tað er Axel fyri at takka, at morgunlesturin varð tikin upp á útvarpsskránna, og hann fór sjálvur undir at skriva teir og hevur hildið á til henda dag. Meðan Axel hevur skrivað, hevur Ú.F. savnað sangupptøkur av allari sálmabókini, og soleið­is hevur gingið hond í hond at gera lurtar­arnar kunnugar við øll sálmaløgini í okkara ungu sálmabók. Axel hevur brotið upp úr nýggj­um, og mong eru tey, sum hava ynskt sær at átt hansara morgunlestrar”. Vit síggja, at í hugaheimi Niels Juels hevði Útvarp Før­oya eisini eina upplýsandi og pedagogiska uppgávu á ment­anarliga økinum við tí endamáli at stimbra og varð­veita lestur, sang, sálmar og sálma­løg. Vit ynskja tí Kring­varpinum til­lukku við tiltakinum at syngja sálmar av nýggjum og gleða okk­um at hoyra teir eisini í endursend­ing av morgunlestr­unum. Og hví ikki taka nýggjar sálmar uppí við nýggjum upptøkum bæði við kirkjulið­um, kórum, orkestrum og einstaklingum? Er ikki longur vert at skriva nýggjar lestrar? Er ikki longur vert at gera nýggjar sálmaupp­tøkur? Er ikki longur vert at savna nýggjar sálmar við nýggj­um løgum til komandi ættarlið? Hvat sá Axel, tá hann breyt upp úr nýggjum og fekk morgun­lesturin á útvarpsskránna? Hann kendi á sær, at hann mátti geva einum aldargomlum, men samstundis modernaðum, medita­tivum og fólksligum skatti viður­kenning í almenna rúminum saman við so mong­um øðrum almennum tættum. Tað kundi ikki gerast uttan við virðing fyri ymisku arbeiðs­tíðum og lurtimøguleikum skatt­gjaldarans. Tí mátti lesturin eisini endursendast. Skuldi onkur ikki havt stundir um morgunin, so leggur humoristiski Axel afturat: ”Morgunlestrarnir kunnu eisini lesast um kvøldið”. At finna stundir á skrá útvarpsins var fyri honum ongin trupulleiki. Morgunlesturin fjálgar um mál og mentan Sambært § 10 í kring­varps­lógini skal Kringvarpið í pro­gramm­virkseminum leggja dent á fjøl­táttað tilboð, sum varð­veitir og fjálgar um mál, ment­an, átrúnað og siðalæru føroyinga. Lestur er eitt serligt tekstaslag, sum lýkur ávísar treytir: Lesturin tekur støði í stuttum klassiskum tekstbroti, oftast úr Halgubók, sálmi ella einum av kristnu kirkjufedrunum ella heimspekingunum. Lesturin er stuttur í mun til prædikuna. Lesturin er tíðaraktuellur sam­svarandi tíðaruppliving, árstíð, høgtíð ella øðrum viðkomandi høvi. Lesturin hevur altíð aktuelt, persónligt, eksistentielt innihald um t.d. frið, kærleika, rættvísi, náði, troyst, dirvi, vón, lívsmeining ella lívsendamál. Teksturin verður skrivaður og borin fram sum reflektión og meditatión, sum so verða stuðlað av sálmasangi og bøn. Í veruleikanum er lesturin ein neyv, stutt samanseting av fleiri tekstasløgum. Tí er málburðurin eisini neyvur og umhugsaður bæði málsliga, etiskt og filosofiskt. Lesturin stuðlar eisini á ser­stakan hátt endamálinum í grein 10. Morgunlestrarnir hava vanliga - um ikki altíð - bæði teologiska og málsliga dygd, sum vit eisini kunnu brúka í undirvísingarhøpi. Nógvir kunnu eisini, sum hjá Axel, setast á prent. Ofta verða stuttar, men sera tíðarhóskandi teologiskar grein­ingar gjørdar í lestrinum. Eisini eru viðkom­andi sitat av navnframum gud­frøðingum, heimspekingum, yrkjarum og rithøvundum javnan at hoyra. Harumframt er sálarfrøðilig greining ofta tikin við, sum hevur terapeutiskan týdning í góðari sálarrøkt. Alt fyri at fjálga um mál og mentan. Morgunfimleikurin hvarv í rørsluárinum Útvarp Føroya hevði bæði við morgunlestri og morgunfimleiki interaktivt samband við lurtar­arnar. Fyrra sendingin kravdi frið, djúp­hugsan, umhugsni, meditatión og bøn, og tann seinna kravdi rørslu, styrki, møði og fimi. Frá­líkar, fjøl­broyttar og sam­felagsliga neyðugar sendingar, og hósk­andi til rørslu­árið og strongdar­tíðir. Men hvat hendir? Styrkjandi interaktiva sambandið við okkum lurtarar verður kvett. Eg kann siga, at útvarpið tríggjar ferðir hevur hjálpt mær mun­andi burtur úr leguvaldi, tá eg havi ligið sundur­brotin og rygglamin í nógvar mánaðir. Tað var við spenningi og lívsvón, at eg ógvuliga veikur byrjaði at venja á sjúkrastovuni á Landssjúkrahúsinum bæði andliga við morgunlestrinum og likamliga við dagliga morgunfimleikinum um tíggju-tíðina á morgni. Eg upplivdi, at eg ímóti egnari væntan fekk nýggja lívsmegi. Útvarpsins dagligi íblástur var eggjandi og stimbrandi og passaliga stuttur og tíðarhóskandi tað sváru tíðina. Kortini var nóg mikið av tíð til allar hinar send­ing­arnar eisini. Útvarpsins leiklutur stuðlaði tí, sum kønu fysiotera­peutarnir løgdu dent á. Sjónvarpslestur við avsporandi myndum At leggja endursendingina av morgunlestrinum á sjónv­arps­skíggjan er eitt dupult mistak. Tað er oftast ómøguligt at hava sjón­varpsskíggja tøkan í sjúkra­songini, á útróðri, á dekkinum, í haganum, í stiganum, á taki­num, í bilinum, á verkstaðnum, í kjallaranum o.s.fr. Eydnast so hendinga ferð at sita við ein skíggja fyrrapart, verður kjarnu­boðskapurin í lestrinum avspor­aður av mótvirkandi mynd­um, sum ørkymla, t.d. tá boðskap­urin er um frið, náði, vón ella fyrigeving. Sama tilvildarliga røð av myndum verður víst hvørja ferð við ongum samsvari við boðskapin, ein hurlivasi av myndum: menn­is­kjað verður rikið úr Eden, Ábra­ham ofrar Ísak, Djevulin freistar Kristus, Jesus hoknar undir krossinum, nýføðingurin í fangi Mariu, Dánjal í leyvubølinum og Móses við lógartalvunum. Og so at enda, saman við Faðir Vár, smildr­ar Samson templið og mannakroppar sleingjast íkring. Í dogmatikkini, trúarlæruni, verða náði og fyrigeving altíð kunngjørd, eftir at lógin hevur framt sína uppgávu. Í mynda­røðini er tað øvugt. Samson hevur nú fleiri hundrað ferðir á skíggjanum smildrað tempul Dagons í Gaza. Hvat man teoretiska og journalistiska ástøðið vera í hesum føri? Heilin er í upp­reistri og tvíningum av mein­ings­leysum mótsetningum millum skíggja og tekst. Boð­skapurin, sum hoyrist í oyrun­um og myndin, sum sæst við eygunum, tykjast í skundi og óumhugsað at vera sett saman sum neyðloysn. Hví ikki eisini brúka ta ørgrynni av myndum við andligum íblástri ella náttúrumyndir, sum nútíðar listarmenn hava málað bæði í Føroyum og uttanlands. Lestur er sálarrøkt Religiónssosiologiskt hava granskarar staðfest ein vaksandi áhuga og tørv á andakt, lestri, meditatión, djúphugsan, pílagrímsferðum, andaligari røkt o.s.fr. í samfelagnum. Tað kemst m.a. av strongd, skundi, rótloysi og tómleika í einum ovurmateria­list­iskum samfelagi. Mong leita sær hjálp hjá sálarfrøðingum og prest­um, sum jú hava serstaka pastorala útbúgving. Og tá nú teologarnir, sum eru útbúnir gudfrøðingar og sálarhirðar, bjóða sær at skriva morgunlestrar, átti útvarpið sjálv­andi at tikið av og brúkt henda møguleika at varðveitt eitt fjøl­broytt­ari tilboð til ein nógv størri part av fólkinum enn bert tey, sum hava stundir og møguleika kl.07 á morgni. So at siga allir føroy­ingar verða doyptir, navngivnir, konfirm­eraðir, giftir og grivnir frá onkrari kirkju ella sam­komu. Tí er lesturin við endur­sending í almenna rúmi­num nakrar fáar minuttir í góðum samsvari við ynski hjá heilt nógvum føroyingum. 10 minuttir av uppibornari senditíð Fyrst er at undrast á, at útvarpið hevði ráð at taka minuttirnar frá lestrinum og fimleikinum, tí spurningurin bleiv jú beinanvegin, hvat skuldi fyllast í tómrúmið. Í tíðarrúminum frá kl. 07 á morgni og fram til kl. 12.20 er nógv áhuga­vert at hoyra, men sam­stund­is eisini so nógv tómgongd og ífylla av tónleiki, at spurningurin ikki kann vera um plásstrot, enn minni at nøkur heild verður órógvað. Er ikki pláss fyri morgunlestri og morgunfimleiki við endursending, tá útvarpið ræður yvir 1440 minutt­um um samdøgrið? Morgunlestur og morgunfimleikur hóska væl inn í morgunheildina bæði at senda og endursenda. Ikki at endur­senda morgunlesturin seinni á morgni er vanvirðing av øllum teimum, sum ikki hava tíð ella ikki megna at vera so tíðliga á fótum. At taka interaktivu fimleikasendingina av skránni er eisini at gloyma øll tey ungu og eldru, sjúku og skerdu, sum í mong ár hvønn dag hava leit­að sær heilsu og betri førleika við at venja eftir vegleiðing og ráðum útvarpsins. At nøkur fara av og onnur koma á flatuna í almennum útvarpi er júst, sum tað eigur at vera, tí tað endur­speglar og fremur fjølbroytni. Alment útvarp og sjón­varp skal júst leggja seg eftir at eggja so mongum ymiskum sam­felags­bólkum at koma á og fara av sendiflatuni so ofta sum møgu­ligt. Annars verður miðilin alt ov eins­táttaður og einsporaður í mun til fjølbroytta samfelagið. Lat teir privatu miðlarnar vera einstáttaðar og dyrka síni serøki og sínar serflokkar! Kringvarpið endurspeglar virðini Vit eru kringvarpinum takksom fyri eina fjølbroytta skrá, sum umboðar eina stóra mongd av fólkinum vinnuliga, mentanar­liga, átrúnað­arliga, ítróttarliga, politiskt o.s.fr. Tá nú 70 - 80% av fólkinum sambært kanning hjá Fynd fegin vilja hava morgunlesturin endur­sendan sum fyrr, so er hetta í veru­leikanum ein stór álitisváttan og heiður fyri útvarpið. Hetta vísir, at Útvarp Føroya hevur verið á rættari leið, og at útvarpið hevur megnað at hildið fast við sið­bundn­ar send­ingar, sam­stundis sum brot­ið er upp úr nýggjum á so mongum økj­um. Útvarpið hevði við at endur­sent morgunlesturin og við at tikið morgunfimleikin uppaftur víst eina sterkari heild­arfatan av før­oyska samfelagnum og hevði sam­stundis sýnt størri etiska ábyrgd við at skapa størri almenna nyttu og gagn. Javnvágin millum teir føstu, berandi, siðbundnu tættirnar og teir broytiligu, skiftandi og nýskapandi tættirnar gevur røttu gróðrar­lík­indini. Hesir partar liva so at siga hvør av øðrum. Teir bjóða hvør øðrum av. Javnvágin ger, at Kring­varpið betur megnar at halda fast við kjarnuvirði so sum fjølbroytni, dygd og alment gagn bæði hjá frískum og sjúkum, ungum og gomlum.