AME-Reykjavík
Á risa stóru føroysku sýnisgluggakonsertini í Reykjavík leygarkvøldið vóru umleið 100 fólk úr íslendsku tónleikavinnuni og miðlunum. Fyrireikararnir høvdu boðið hesum fólkum at koma á konsert, og næstan øll tey innbodnu komu.
Hetta varð gjørt fyri at skapa neyðugu handilssambondini millum føroysku og íslendsku tónleikavinnuna. Íslendski marknaðurin er munandi størri enn tann føroyski, men tó ikki so stórur, at hann er vónleysur at sleppa inn á. Tí tyktist hetta sum eitt sera skilagott tiltak hjá Menningarstovuni at stuðla. Fyri ein føroyskan bólk, kann ein rímilig søla í Íslandi merkja upp til fýrfaldan av sølutølunum í Føroyum, og hetta er munurin á undirskoti og skilagóðum yvirskoti.
Kjartan Christiansen umboðaði Menningarstovuna á ferðini, og hann segði við Sosialin, at hann ikki metti, at hetta var talan um eina nýggja kós hjá politiska myndugleikanum. Tí man hevur roynt at stuðla undir tónleikavinnuna, og at fáa vinnuna við í fleiri ár. Vit síggja potentialið, og vilja tí fegin vera við at hjálpa tónleikavinnuni, at útliva hetta potentialið. Her er talan um at selja upplivingar og har er íslendski marknaður rættiliga upplagdur, greiddi Kjartan Christiansen frá.
Íslendski marknaðurin hevur altíð verið ein partur av føroyska heimamarknaðinum, vit hava áður havt bólkar sum Viking Band, Faroe Boys o.a., ið eru farnir til Íslands við sínum tónleiki, og tí er hesin marknaður ikki so ringur at koma til hjá føroyingum.
Kjartan var frásøgumaður á AME tiltakinum, og hann var stak væl nøgdur við kvøldið. Hetta var positivt, og vit vóru væl móttikin, segði hann og greidd frá, at hann varð steðgaður í býnum sunnudagin av fólki, ið kendu hann aftur og vildu takka honum fyri tiltakið. Hetta er stuttligt, og vísir, at hetta tiltakið hevur sett síni spor. Føroyksu tónleikur hevur eisini verið, at hoyrt nógv í miðlunum, og tí hevur hetta jaligar avleiðingar. Men Kjartan Christiansen ásannar eisini, at hetta er bert eitt stig á vegnum og verður ikki arbeitt víðari, so kólnar áhugin aftur. Hann sigur, at um tú ikki hevur eitt lag, sum t.d. Ormurin Langi hjá Týr, ið veruliga gerst eitt hitt, so mást tú vera arbeiðssamur, sum Høgni Lisberg fyri at sláa í gjøgnum.