Íbúðarbygging
Á fundi mánakvøldið samtykti Gøtu bygdaráð einmælt at broyta byggisamtyktina fyri økið í Syðrugøtu, har Tøting hevur sínar bygningar.
Tey, sum standa aftanfyri Tøting, hava nevniliga søkt kommununa um loyvi at umbyggja bygningarnar til íbúðir.
Men hetta letur seg ikki gera, fyrr enn byggisamtyktin fyri økið í Syðrugøtu er broytt frá ídnaðarøki til alternativt íbúðarøki.
Spennandi ætlan
Borgarstjórin í Gøtu kommunu, Hans Mourits Foldbo, sigur, at allir bygdaráðslimirnir halda ætlanina hjá Tøting verða sera spennandi.
- Projektið er rættilig nýhugsan, og vit halda, at hetta kemur at gera bygdina í Syðrugøtu nógv meira áhugaverda.
Hann sigur, at nú samtykt er at broyta byggisamtyktina, verður málið lagt fyri borgararnar til ummælis. Freistin at gera viðmerkingar til ætlanina er tríggjar mánaðir, og síðan skal innlendismálaráðið samtykkja broytingina.
- Vit eru sannførd um, at borgararnir í Syðrugøtu fara at taka væl ímóti hesi alternativu ætlan, sum er rættiliga nýhugsandi í skapi og møguleikum.
Magnus Hansen, arkitektur í Havn, hevur teknað íbúðirnar og økið rundan um, sum verður rættiliga áhugavert.
Hans Mourits veit at siga, at Tøting ætlar at umbyggja verandi bygningar, soleiðis at talan verður um tilsamans 18 íbúðir á økinum.
- Bygningarnir verða umbygdir við kvistum og glasi, sum bindir teir saman í eina áhugaverda og forvitnisliga heild, sigur borgarstjórin.
Úti - men inni
Magnus Hansen, arkitektur, sigur, at hetta er eitt nýtt "konsept" í føroyskari íbúðarbygging.
- Bygningarnir og umhvørvið rundan um íbúðirnar verður yvirdekkað við glasi í støðum - og opið verður í støðum, og eisini verða bygningarnir sambygdir við glasi.
Spurdur, um byggingin kann samanberast við aðra íbúðarbygging í Føroyum, sigur Magnus, at tað heldur hann ikki.
- Fleiri hús hava havastovur, men í hesum førinum verður ein partur av "felagsrúmunum" í glasi, soleiðis at tú kanst sita úti í náttúruni – og so kortini vera innandura.
Arkitekturin sigur, at Kjarnagarður í Havn á ein hátt kann samanberast við tað, sum ætlanin er at byggja í Syðrugøtu.
- Men í hesum førinum er talan um íbúðir, sum verða bundnar saman við glasi, har nakrar íbúðir koma at liggja út til "yvirdekkaðar" gøtur, soleiðis at luft og ljós sleppa inn, leggur hann Magnus Hansen aftrat.
Frálíkt høvi
Borgarstjórin í Gøtu kommunu, Hans Mourits Foldbo, heldur, at ætlaða alternativa íbúðarbyggingin í Syðrugøtu er eitt frálíkt høvi hjá eldri fólki, sum kanska sita í ov stórum húsum, at ogna sær eina meira hóskandi íbúð - eins og hetta eisini er eitt gott høvi hjá ungum familjum, sum enn ikki hava fleiri børn, at seta seg í búgv.
- Tað er kostnaðarmikið at seta seg í búgv í dag, og tí kann hetta vera eitt gott høvi hjá ungum fólk at seta føtur undir egið borð - og so kanska keypa sær okkurt annað seinni, tá ið fíggjarligu umstøðurnar eru betur, sigur borgarstjórin, sum endurtekur, at hetta er eitt ógvuliga spennandi og áhugavert alternativ.
Hann sigur, at kommunan eisini fer at arbeiða við atkomumøguleikunum og parkeringsviðurskiftunum á økinum, soleiðis at hesi viðurskifti eisini fáast upp á pláss.
- Gongst sum ætlað, vænta vit, at Tøting kann fara undir verkætlanina longu um einar fýra mánaðir, og so kunnu íbúðirnar kanska standa lidnar við ársenda, sigur Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri.