Skótarnir vóru fyrrapartin í kirkju, og síðani ótu teir døgurða á Hotel Hafnia. Dagurin varð eisini hildin fyri almenninginum, og skipað var fyri ymsum tiltøkum uppi í KFUK í Havn. Heilt fitt av fólki var komið saman at hátíðarhalda dagin saman við skótunum, og var tað eitt hugnaligt umhvørvi uppi í KFUK seinnapartin hósdagin.