Tættur toppdystur

Ikki fyrr enn í evstu løtu var greitt, at vestmenningar fingu stigini við sær til Vestmannar, tá KÍF og VÍF spældu ársins fyrsta toppdyst í Kollafirði

KÍF - VÍF 27-28 (15-14)

Skal leitast eftir liðum, ið kunnu bjóða Neistamonnunum av í vetur, munnu tey flestu vera á einum máli um, at best er at leita í Vestmanna og Kollafirði. Vestmenningar hava eitt væl sterkari lið, enn teir høvdu síðsta kappingarár, og kollfirðingar tykjast ikki viknaðir eftir síðsta vetur, tá teir struku avstað við silvurinum í bæði steypa- og landskappingini.
Júst hesi bæði liðini møttust í Kollafirði sunnudagin, og har gekk sjón fyri søgn, at talan kann so væl gerast um størstu avbjóðararnar. Dysturin var kanska ikki so merkt­ur av vøkrum spæli, sum hann var tað av nerv og intensiteti, ið sann­iliga eisini hoyrir einum slíkum topp­dysti til.
KÍF kom væl betur frá byrjan og slapp upp á 6-2, áðrenn VÍF raknaði við og miðskeiðis í fyrra hálvleiki fekk javnað til 8-8. Og so koyrdi tað annars aftur og fram restina av hálv­leikinum, ið KÍF vann 15-14, og somu­leiðis ein stóran part av seinna hálvleiki.
Magnus Müller, ið skjeyt fimm av teimum 14 málunum hjá vest­menningum í fyrra hálvleiki, bleiv mansvardur frá byrjan í seinna hálvleiki, men tað munaði líkasum einki fyri kollfirðingar, tí í staðin skjeyt hin toppskjúttin hjá VÍF, Áki G. Olsen, nøkur av sínum málum, so dysturin livdi sítt fríska lív.

Spennandi endi
Sum dystinum leið, vóru ábendingar um, at VÍF kundi stinga av við tí heila, tí bara fimm minuttir fyri tíð var VÍF á odda við tveimum málum. Men stríðshuginum hjá heimaliðnum bilti einki, og spaku­liga kláraði KÍF at fáa fatur í rætta endanum aftur, so tað bleiv javnt, 27-27, tá minni enn tveir minuttir vóru eftir.
Nú ráddi um at halda tunguna mitt í munninum og ikki at missa fótafesti, og her dugdu teir í VÍF betur kynstrið enn teir í KÍF. Og nú var tað hin toppskjúttin hjá VÍF, Magnus Müller, ið gjørdi munin, tá hann bardi seg ígjøgnum KÍF-verj­una og skoraði til 27-28.
Snildisliga bað VÍF um »time-out« eftir málið, og tá so kollfirðingar skuldu brúka síðstu sekundini av dystunum til at fáa javnað, hevði VÍF verjuna so væl skipaða og av­gjørda, at KÍF ongantíð kom til avger­andi møguleikan, men stóð eftir við ongum.
Dysturin svaraði helst spurn­inginum um avbjóðara, tí bæði lið fingu víst nakað av tí, sum skal til fyri at vera partur av oddastríðnum. Vestmenningar hava fingið sína góðu byrjan, og hóast kollfirðingar tapti við einum máli hesa ferð, hava vit ikki sæð tað síðsta til teir.
Tað skuldi í sjálvum sær boðað frá einum kappingarári, har alt kann henda og har góðir møguleikar eru fyri fleiri jøvnum og tøttum toppdystum í manshondbóltinum, sum síðsta vetur útilokandi snúði seg um Neistan og hini, tí har var í veruleikanum eingin, ið megnaði at hótta teir bláu. Nú eru so í øllum før­um tvær hóttanir!