Seinastu mánaðirnar hevur tað verið rættiliga umstrítt, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur verið afturlatin og at barnakonur úr Suðuroy tessvegna eru farnar til Havnar at eiga á Landssjúkrahúsinum.
Men á pallborðsfundi leygardagin um støðuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, varð upplýst, at tað er langt síðani, at málið um at lata føðideildina í Suðuroy aftur, tók seg upp.
- Tað byrjaði við fýra, fimm árum síðani, tá ið Landslæknin skrivaði í eini viðmerking um føðideildina á Landssjúkrahúsinum, at hann mælti til, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd.
Men Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður, tók ikki tilmælið til eftirtektar.
Tá vóru tveir yvirlæknar á Suðuroyar sjúkrahúsi, Jan Jespersen, sum brádliga doyði, og Knud Steinø, sum stutt eftir fór frá fyri aldur.
- Síðani hevur tað ikki borið til at finna ein yvirlækna, sum vil standa við ábyrgdini fyri eini føðideild á Suðuroyar Sjúkrahúsi, segði Ronnie Midjord.
Hann sigur, at síðani hava allir avvarðandi starvsbólkar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ljósmøður, læknar og leiðsla, verið fullsamd um, at sum umstøðurnar eru, er frægast, at barnakonur í Suðuroy fara á Landssjúkrahúsið at eiga.
- Tað var í apríl í 2014 at hendan niðurstøðan varð gjørd og orsøkin var, at Suðuroyar Sjúkrahús hevði ikki tær serlæknamanning, ið krevst fyri at hava eina nítíðarkrevjandi og dygdargóða føðideild.
- Sostatt var tað eitt fakligt tilmæli um at barnakonur í Suðuroy skuldu fara til Havnar at eiga, og ta tilmæli tók Karsten Hansen til eftirtektar tá, og nú hevur so Sirið Stenberg staðfest tað.
- Men niðurstøðan kundi ikki vera øðrvísi, tí høvdu landsstýrisfólk gingið ímóti einum fakligum tilmæli, høvdu tey komið sær í álvarsligar trupulleikar.
Orsøkin til at føðideildin er niðurløgd, er sostatt, at serlæknar vilja ikki átaka sær ábyrgdina av viðgerðum, sum liggja uttanfyri teirra serøki, varð upplýst á pallborðsfundinum
- Orsøkin er, at sergreinarnar hjá læknunum verða alsamt smalari og smalari, og tað avmarkar virkisøkið hjá serlæknum rættiliga nógv, og tað ger tað eisini torført at manna eitt lítið sjúkrahús.
Tí er tað eitt læknafakligt tilmæli, at barnakonurnar eiga á Havn, har barnalækni og kvinnulækni til taks, og har tey hava bráðdepil til taks í teimum førum, har alt ikki gongur eftir vild, sigur Sirið Stenberg.
- Men at ein barnakona eigur á Suðuroyar Sjúkrahúsi í eini neyðstøðu, er eitt heilt annað mál, men fyrst og fremst eigur dentur at verða lagdur á at barnakonur fara til Havnar at eiga.
Á pallborðsfundinum varð upplýst, at tað, sum skal til fyri at hava eina føðideild, er ein kvinnulækni, ein barnalækni og ein narkosulækni. Men fyri at hava slíkar til taks alt samdøgurið skulu tríggir serlæknar av hvørjum, setast.
- Og hetta hevur onki við sparingar at gera, tí veruleikin er, at tað ber ikki til at fáa fatur á slíkum læknum. Ein høvuðsorsøk er, at virksemið er so lítið - og læknar, sum hava ov fáar uppgávur, missa sína góðkenning at arbeiða sum serlæknar, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
Tað varð somuleiðis nevnt, at í Danmark eru tað eisini Sjúkrahús, sum eru nógv størri enn Landssjúkrahúsið, sum missa sínar føðideildir, tí serøkini smalka alsamt og alt verður miðsavna á størri sjúkrahúsum.
Ronnie Midjord staðdesti eisini, at í løtuni er ein skurðlækni avloysari á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men tað eru 35 ár síðani, hann seinast gjørdi ein keisaraskurð.
- Eg haldi ikki, at tað eru tryggar umstøður, at bjóða eina barnakonu, segði hann.
Signar Dam, sum er kommunulækni í Suðuroy, vísti á, at danska heilsustýrið hevur altíð sagt, at tað er ikki rætt at hava føðideild á Suðuroyar Sjúkrahús. Men kortini føðideild verið her - og ein keisaraskurður er ein tann lættasta skurðviðgerðin av øllum at gera, segði hann.
Les eisini: Ivast í føðideildin í Suðuroy letur upp aftur
Hann vísti eisini á, at stóran part av árinum hevur Suðuroyar Sjúkrahús læknar, sum vilja átaka sær ábyrgdina av at gera keisaraskurð við teirri manning, sum er á sjúkrahúsinum.
- Tað tíðina, sjúkrahúsið ikki hevur tað, kunnu barnakonur so fara til Havnar at eiga, helt Signar Dam.