Trúgvur tænari
Líka leingi, sum Móses var í oyðimørkini, hevur Ib Jensen verið í tænastu hjá adventisasamkomuni í Føroyum. Kendur av at kalla hvørjum mansbarni í landinum og altíð væl móttikin.
Hurðin stendur á víðan vegg, og maðurin í durunum og tekur ímóti. Á eyðkendum norðurjyskum býður hann inn. Smílandi og væl upplagdur, sum fólk kenna hann, tá hann hevur staðið á trappuni við taskuni og eini bók í hondini.
Ib Jensen, bókaseljarin hjá adventistunum, sum í 40 ár hevur ferðast kring Føroyar og selt uppbyggjandi lesnað til føroyingar.
Umframt at vera bókaseljari hjá Adventistasamkomuni, er hann eisini kirkjutænari. Hann hevur til arbeiðis at halda kirkjuna, sigur hann.
Ib er føddur í Thy í Norðurjyllandi og kom 27 ára gamal til Føroya at starvast sum seljari hjá adventisasamkomuni.
?Jú, síggja Tygum, greiðir hann frá. Eg hevði arbeitt eina tíð í Danmark, tá onkur skuldi finnast at senda til Føroya. Eg var nokk tann lættasti at senda, tí eg var einasti ógifti seljarin. So eg kom higar í 1961 og ætli mær at verða verandi her.
Tað var eitt sindur tungt í byrjanini. Honum longdist viðhvørt niður aftur fyrstu árini. Men tá hann so av og á var í Danmark, longdist honum aftur hendanveg, greiðir Ib frá.
Ymsar upplivingar
40 ár sum ferðandi seljari hava eisini havt ymsar upplivingar við sær.
Ikki var líka lætt at ferðast, tá hann kom hendanveg, sum tað er í dag, og hann kann greiða frá bæði sjóferðum á Trøllanesi og fjallgongu í Mykinesi. Nakað hann hevur fram um flestu frøoyingar, hóast hann er dani.
Ib tekur hondina upp fyri andlitið. Ristir við høvdinum og flennir, meðan hann fer at greiða frá einaferð, hann skuldi av aftur Trøllanesi við Barsskor.
Tað gekk ikki so væl, minnist hann. Ókyrt var, og teir komu við lítlabáti inn móti lendingini. Viðførið kom væl umborð, og so fekk hann sjálvur línu um miðuna og boð um at loypa, tá sagt varð frá.
Men hann ivaðist og varð ov seinur. Báturin fór undan, og Ib fór undir. Hann kom tó aftur á land. Men nú kundi tað gera tað sama, helt hann, og leyp so bara aftur á sjógv, tá báturin var komin so mikið nær, at hann fekk um stavnin.
Teir tóku hann inn, og komu í øllum góðum til Klaksvíkar. Men tað var ein kaldur umgangur, minnist Ib.
Eina aðra ferð, hann var í Sørvági, stakst upp á hann, at nú skuldi hann til Mykinesar at selja bøkur.
Vertur hansara mælti frá, tí heystardagur var, og hann kundi væl enda við at liggja veðurfastur í Mykinesi til jólar.
Men tí lurtaði hann ikki eftir, greiðir Ib frá. Tað mundi Várharra fara at klára fyri seg, hevði hann álit á.
Men Várharra hevði aðrar ætlanir, skilti hann seinni. Siglt varð bara annanhvønn dag ella so, so hann hevði ein heilan dag at selja bøkur í Mykinesi. Tað gekk væl. Men um náttina øtlaði veðrið, og um morgunin, tá hann skuldi innaftur, var brim.
So mykinesfólk argaðu hann við, at hann skuldi nokk sleppa at halda jól í Mykinesi. Ikki tí, hann hevði tað frálíkt, minnist Ib.
Men tað gjørdist kortini nakað langligt at ganga fyri einki í Mykinesi. So hann fór bara at ganga fjøllini við teimum, nú hann kortini var har úti.
Einaferð, minnist hann, var seyður, sum leyp í óføri, og menn fóru niður eftir hesum. Hann fór so aftaná, hóast tað ikki dámdi mykinesmonnum. Teir bóðu hann fara uppaftur, tí hetta var ov vandamikið. Ib svaraði aftur, at tá teir kundu fara, mundi hann helst eisini fara at klára tað.
?Hvat so, spyr ein, um tú dettur oman? Hvat skulu vit so gera?
Tað mundi ikki fara at verða os ringt, helt hann. Men hendi tað, skuldu teir bara royna at fáa hann aftur og jarða hann í Mykinesi.
?Ja, helt tá ein fyri, so kunnu vit bara seta á gravsteinin, at »...hann setti lívið til fyri seyðirnar.«
Sletan
Ib greiðir frá, at hann altíð verður væl og vinarliga móttikin, tá hann kemur at selja bøkur.
Ein søga gongur um mann, sum hevði hug at bera seg undan at keypa. Hann hevði ongar leysar pengar, umbar hann seg við. Bara kort.
? Ikke noget problem, svaraði Ib aftur, og sprakk út í bilin eftir sletuni. So har gjørdist ikki annað enn at keypa frá honum.
?Jú, flennir Ib, tað passar. Tú ert jú noyddur at fylgja við tíðini, sigur hann.
Tosað verður ofta um »bestseljarar« í bókaverðini. Og Ib hevur ein avgjørdan av slagnum, sigur hann. Tað er bókarøðin Skýmingarløtan.
Skýmingarløtan er higartil givin út í seks bindum, og hann hevur selt ikki færri enn 24.000 eintøk, greiðir Ib frá.
Talan er um donsku røðina »Skumringsfortællinger«, sum Effie Campbell hevur týtt til føroyskt. Tað eigur hon stórt rós uppiborið fyri, sigur Ib.
Hóast hann er føddur dani, kennir hann seg í dag sum føroying, sigur Ib. Og her vil hann jarðast. Tað gjørdist tó ikki í Mykinesi hina ferðina, skemtar hann.
Familju hevur hann onga eftir í Danmark, greiðir hann frá. Hevur fyri stuttum verið og fylgt mammuni til gravar, og bert ein systir er, sum býr í Australia. So bondini til Danmarkar eru við at vikna.
Hóast hann í dag er 67 ára gamal og pensionistur, ætlar hann ikki at gevast sum seljari beinanveg. So leingi heilsan er til tað, ætlar hann at halda fram. Súkklan, hann hevði við úr Danmark, er skift út við ein Fiat, so nú er lættari at koma runt.