Tíverri fekk eg rætt

Formaðurin í Starvsmannafelagnum kann fyrireika seg til stríð, tá ið samráðingar verða aftur næsta ár

? Tíverri fekk eg rætt.
Tað, sum er komið fram hesar seinastu dagarnar um sparingar hjá tí almenna í Føroyum, kemur als ikki óvart á formannin í Starvsmannafelagnum.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað sum hendir nú, er júst tað, sum hann spáddi, beinanvegin, sparingarnar í miðfyrisitingini komu upp á tal.
Tá spáddi hann í Sosialinum, at sparingin í miðfyrisitingini var bara byrjanin, har landsstýrið líkasum skuldi vísa, at tað vildi ganga á odda sum eitt gott fyridømi.
? Men tá spáddi eg eisini, at eftir sparingarnar í miðfyrisitingini, har landsstýrið hevði víst, at níu hevði tað gjørt sítt, fóru eisini allir aðrir stovnar at fáa boðini um at spara, so tað munar.
Og tað er júst tað, sum er hent, nú fíggjarlógin er løgd fram, sigur Gunnleivur Dalsgarð í stuttari viðmerking til fíggjarlógina.
Men formaðurin í landsins størsta almenna fakfelag finst framvegis harðliga at mátanum, sum landsstýrið brúkar.

Ein rundtúrur við sláimaskinuni
? Tað er onki gjørt fyri at kanna, hvar tað yvirhøvur ber til at spara og tað er als onki gjørt fyri at leggja til rættis, hvussu fyrisitingin og almennir stovnar skulu leggja sítt virksemi til rættist aftaná sparingarnar og, hvørjar uppgávurnar skulu vera.
? Ístaðin fer samgongan eina fyrilitarleysa rundferð við sláimaskinuni og kutar nøkur prosent av at kalla øllum økjum yvir ein kamb.
? Her er ongin politikkur í, tí hetta verður gjørt uttan mið ella mál. Men landsstýrið eigur eisini at gera sær púra greitt, at slík ómátalig framaferð er ikki ókeypis.
Og áðrenn øll umsitingin dettur niður, eigur landsstýrið at hugsa seg um einaferð afturat og royna at fáa greiði á, hvat tað er í ferð við, og hvørjar avleiðingarnar verða.
?Hetta er alt ov tilvildarligt og avleiðingin er, at alt ov nógv verður syndrað
? Fiskirannsóknarstovan hevur longu boðað frá, at fólk verða søgd upp sum hava ógvuliga virðismikla vitan.
Men at tað júst eru Almannastovan og Fiskirannsóknarstovan, eru stovnar, ið summir flokkar í samgonguni, altíð hava havt eitt horn í síðuni á.
? Ein stórur partur av samgonguni hevur jú givið til kennar, at uppgávan hjá Fiskirannsóknarstovuni kunnu loysast við einum einsamøllum íslendingi, sigur hann og sipar til íslendska fiskifrøðingin, Jón Kristjansson, sum fleiri ferðir er boðsendur hendavegin at gera tilmæli um fiskiskap.
? Tað er ongin ivi um, at samgongan hevur sett sær fyri, at tað eru tey almennu starvsfólkini, sum skulu bera byrðarnar, nú sparingar skulu finnast, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Hann er ikki ósamdur í, at vit eiga at kanna eftir, hvussu almenna umsitingin virkar.
? Men vit fingu greitt at vita frá javnaðarflokkinum á veljarafundum uppundir løgtingsvalið, at hetta skuldi ikki kosta størv. Men hesum lyfti er hann so dyggiliga lopin frá, leggur hann afturat.

Kann fyrireika seg til stríð
Samstundis er tað greitt, at Starvsmannafelagið, og øll hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, kunnu longu nú byrja at fyrireika seg til stríð, tá ið samráðingar verða aftur um nýggjan sáttmála næsta ár.
Tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar í tinginum fríggjadagin , gjørdi formaðurin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, púra greitt, at soleiðis sum hann metir støðuna, fer tað ikki at vera rúmd fyri fleiri lønarhækkingum tey næstu árini.
Í røðu síni á tingi vísti hann á, at játtanin á fíggjarlógini til almennar lønir fer ikki at hækka tey komandu árini.
Verður talan um lønarhækkingar, má talið á starvsfólkum sostatt lækkast fyri at fáa játtina at halda, segði hann.
Í degi og Viku fríggjakvøldið segði Gunnleivur Dalsgarð, at hann tók hetta sum eina stóra provokatión frá Anfinni Kallberg.
Og hann vissaði um, at hetta, sum formaðurin í fíggjarnevndini hótti við av tingsins røðarapalli, fer als ikki at gera lønarkrøvini minni.
Hann helt heldur ikki, at tað er rætt at lata skattalætta í tíðum, har tað verður neyðugt at skera so djúpt við spariknívinum. Hann mælti heldur til at brúka tær 60 milliónirnar, sum verða latin í skattalætta næsta ár, til at játta meiri pening til tey øki, har tað núverður spart.