Tað besta innan føroyskan tónleik

27. januar verður føroyskur tónleikur heiðraður á Planet Awards, umframt heiðurslønir, galla og góðan mat verður nakað av tí fremsta innan føroyskan tónleik at hoyra: Guðrið Hansen, Boys In A Band, Páll Finnur Páll, 200, Rókur, Showmenn og danska superstjørnan Bryan Rice

Nú stundar til at Planet Awards og skráin á stóra galla tiltakinum er um at vera komin upp á pláss. Tónlistarliga verður talan um eitt breitt kvøld við nøkrum av tí besta innan føroyskan tónleik. Tað er longu avdúkað, at danin Bryan Rice kemur við sínum singer/songwriter kenda poppi. Hann hevur við sínum fangandi poppløgum spælt seg beint inn í hjørtuni á danum. 200 koma við síni punkmaskinu og Páll Finnur Páll skipa fyri syngið við veitslu. Í dag kunnu vit avdúka restina av skránni. Stjørnuskotini úr Boys In A Band framføra sín fangandi konseptrokk, Guðrið Hansen syngur og spælir solo og Rókur framførir sín egna tónleik. Kvøldið endar við dansi við Føroya besta dansibólki Showmonnum.
Á tiltakinum verða planetir latnar til bestu útgávu, besta bólk ella einstakling, besta nýggja bólk ella einstakling, bestu songkvinnu, besta sangara, besta útlendska bólk ella einstakling og sjálvandi planet herðaklappið.
Tað er Planet.fo, ið skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Sosialin, Føroya Tela, Føroya Banka, Atlantic Airways, Føroya Bjór, Tryggingarfelag Føroya og Hotel Føroyar.

Boys In A Band
Boys In A Band er í uppskoti til planetina fyri besta nýggja bólk. Bólkurin hevur lýst tónleikin, ið teir spæla sum kovboy rokk.
- Hetta er nútímans rokkur, sum vit kenna hann úr Onglandi og úr Glasgow, segði sangarin Pætur Zachariassen við Sosialin, áðrenn bólkurin fór á pall fyrstu ferð í GBOB. Framførslan hetta kvøldið var so sannførandi, at bólkurin spældi seg beint í finaluna, og endaði sum næst besti bólkur føroysku finaluni. Síðan tá hevur Boys In A Band vunnið sær alt fleiri fjepparar, á konsertum kring Føroyar og á Planet Awards fer bólkurin aftur á pall, og fer, sum vant, at vera 100% gjøgnumførdur í øllum tí sum hann ger. Tónleikur, tekstir, útsjónd og framførsla skal sampakkað við konseptið.

Guðrið Hansen
Guðrið Hansen er í uppskoti til planetina fyri bestu songkvinnu. Hetta er annað ár á rað, at Guðrið kappast við songkvinnurnar Eivør og Lenu um henda heiður. At vera ein av einans trimum kvinnurøddum, ið er í uppskoti annað ár á rað, vísir í hvørjum flokki, Guðrið er. Hennara rødd er egin og frálík. Sum einstaklingur og í bólkunum, PH 5,5 og Isadora & The Rebels hevur Guðrið víst sínar stóru dygdir sum songkvinna. Hetta hevur m.a. givið henni gestaleiklutir á fløgunum hjá Peturi Pólsyni og hjá Flemming Petersen. Á planet Awards verður møguleiki at uppliva Guðrið við kassagittara sínum.

Rókur
Rókur er í uppskotið til planetina fyri besta sangara. Rókur Jákupsson Jakobsen hevur síðan fyrst í nítiárunum gjørt vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Við bólkinum Lokum gjørdu Rókur og vinmaðurin Hallur størstu landapláguna í nítiárunum, Charlie. Í bólkinum Tangz vann Rókur seg upp millum best dámdu mannligu songrøddirnar í Føroyum. Hann gjørdist við tíðini ein garantur fyri success í Prix Føroyum. Hann sang bólkar sum Tangz, Diatribes og MC-Hár í Prix Føroyar finaluna, onkran av bólkunum fleiri ferðir. Við seinasta Prix sang Rókur, All That Rain í prix hálvfinaluna, men teir gjørdust ov stuttur í ultra konsentreraðu finaluna. Samstundis hoyrdist alt meira til Rók í solo høpi. Í 2004 vann hann singer/songwriter kappingina, og sigurin legði grund undir fyrstu útgávuna hjá Róki sum einstaklingi.

Showmenn
Showmenn er føroya fremsti dansibólkur. Teir fýra Kim Hansen, Jens Marni Hansen, James Olsen og Jóhannus á Rógvu hava hvør í sínum lag sett sín dám á føroyska tónleikapallin seinastu nógvu árini. Kim, Jens Marni og James eru allir royndir oddamenn, meðan Jóhannus hevur lagt botnin hjá nøkrum av størstu føroysku tónleikanøvnunum seinastu 30 árini. Serliga styrkin hjá Showmonnum er stóra fjøllbroytni. Sum oddamenn og sangarar eru Kim, Jens Marni og James sera ymiskir og samstundi allir av sera høgari góðsku. Hetta ger, at tá tú hoyrir Showmenn kanst tú uppliva nógvar ymiskar dansibólkar í einum, samstundis sum góðskan er reyði tráðurin. Á Planet Awards fara Showmenn á tann pallin har bólkurin, hevur havt nakrar av sínum bestu framførslum. Showmenn var í fleiri ár fastur bólkur til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum, og hesi kvøld vóru altíð frálíkar veitslur. Showmenn eru tí upplagdur bólkur, at undirhalda á stóra gallatiltakinum.