Eitt tað besta, sum er avrikað í Suðuroy seinastu fýra árini, er, at stórar ábøtur eru gjørdar á Sosiala økinum, á vinnuliga økinum og á ítróttarliga økinum
Tað halda borgarstjórarnir í Vági og á Tvøroyri.
Á fundinum í Skúladeplinum í Suðuroy um ymisk kommunuviðurskifti, vóru
borgarstjórarnir spurdir, hvat er tað besta og hvat er tað keðiligasta, sum er hent í hesum valskeiðnum, sum endar nú á nýggjárinum
Kirstin Strøm Bech í Vági fegnast um, at stórar ábøtur eru gjørdar á Sosiala økinum, bæði við ellis- og røktarheiminum, Hamragarði, til tey eldru, og nýggjum barnagarði til barnafamiljurnar.
Hinvegin harmast hon um, at tað ikki hevur eydnast at savna alla oynna í eina kommunu og at tilgongdin við samanlegging ikki er komin longur.
- Kommunur samstarva um ymisk viðurskifti, men tað ikki ikki gingið serliga væl, staðfesti hon.
Hon harmaðist eisini um, at nýggja uppsjóvarvirkið ikki endaði í Vági. Kortini fegnast hon um, at tað endaði í Suðuroy og ikki onkra aðrastaðni.
Kristin Michelsen á Tvøroyri fegnast serliga um nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum lyft Tvøroyri og alla oynna.
Hann fegnast eisini um nýggja fótbóltsvøllin við Stórá og ikki minst fegnast hann um, at skuldin hjá Tvøroyrar Kommuna er minkað so nógv.
- Tá ið ringast stóð til, var skuldin hjá Tvøroyri sjey álíkningar, men nú er hon komin væl niður um eina álíkning – samstundis, sum fólkatalið á Tvøroyri er vaksið.
Somuleiðis fegnast hann um, at arbeiðið upp á projekt Salt á Drelnesi er byrjað.
Kortini harmast hann um, at Tvøroyrar Kommuna noyddust at siga fleiri fólkum upp í 2009, tí tað rakti fleiri húski hart.
Hann harmast eisini um, at sambýlið fór í luftina og at tað ikki eydnast at leggja oynna í eina kommunu.
Bygdarhús, vatn og skúli
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, staðfesti, at kommunan hevur stríðst við stóra skuld, har 25% av fíggjarætlanini er farið at rinda skuld.
Men nú er kommunan skuldarfrí, tí síðsti avdrátturin er rindaður, so næstu árini verður hampiligt pláss fyri útbyggingum í Hovi.
Annars harmast hann um, at skúlin í bygdini er stongdur, men tað heldur hann slepst ikki undan, sum tíðirnar eru vorðnar.
Mikkjal Sørensen í Porkeri fegnast um, at kommunan hevur gjørt íløgur í
bygdarhús, sum er ramman um tey eldru og eisini skal vera ramman um tey yngru og Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin fegnast um nýggjan vatnbrunn í bygdini og at borgararnir fáa reint vatn.
Niels Olaf Eyvindson, sum umboðaði Hvalbiar Kommunu fegnast um, at stórar ábøtur eru gjørdar á skúlan, so at hann nú er ein hin best útgjørdi í landinum.
Tað harmiligasta hjá honum er, at eftirskúlin, sum Hvalbiar Kommuna og allar aðrar kommunur taka undir við, er ikki komin – og nýggjur tunnil heldur ikki er komin enn.
Hjá Poul Erik Jacobsen, sum umboðaði Sumbiar kommunu, var tað harmiligasta, ein hóttan um kommunusamanlegging og at skúlin skuldi lukkast.
Tað hevur elvt til, at eini 30 fólk í bestu árum farin úr bygdini.
- Nú er kommunusamanleggingin slept og fólk eru farin at flyta aftur í kommununa.
Hann vísir á, at Sumbiar kommuna er væl fyri í allar mátar, alt er dagført, eisini vatnveitingin, sigur hann.
LES FLEIRI AÐRAR GREINAR UM SAMA EVNIÐ