Drongurin á myndini eitur Tóri - hann er ommusonur mín. Um góð 16 ár kann hann taka koyrikortið....
Smádrongurin ?livir mitt í verðini" í gula bilinum, ið kann koyra júst sum teir rættiligu bilarnir. Enn er hann so lítil, men tað verður ikki leingi, til hann, eins og stórbeiggin, fer at kenna hvønn bil og hvørt bilmerki.
Fyri okkum er óhugsandi, at hesin elskuligi drongurin nakrantíð fer at koyra so skilaleyst, at hann verður nøkrum til vanda.
Men hyggja vit at hagtølunum, síggja vit, at alt ov nógvir av okkara kæru unglingum lótu lív í ferðluni orsaka av, at koyrt varð við alt ov nógvari ferð.
Vit eiga ikki at góðtaka, at ferðslan krevur so nógv lív og førleika, sum hon hevur gjørt seinastu árini. Vit kunnu ikki bara yppa øksl og finna okkum í ferðsluvanlukkum sum einum bága, ið ikki slepst undan.
Málið má verða, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni!
Tað er okkara skylda sum vaksin at vera góð fyridømir í ferðsluni, og at læra børnini góðan bilsið. Verða tey lærd at nýta bilbelti frá lítlum av, so verður tað heilt náttúrligt fyri tey eisini at binda seg í, tá tey gerast vaksin, og sjálvi fara at koyra.
Hava vit, sum vaksin eru, virðing fyri bilinum og hava vandan í huga, sum kann standast av líkasælu, so er sannlíkt, at børnini eisini fara at vísa virðing og hugsa seg um, tá tey einaferð sjálvi fara at koyra.
Í tí løtu vit stíga fótin út um hurðina, eru vit øll, uttan undantak, ein partur av ferðsluni. Líka mikið, um vit hava bil sjálvi ella ei, so sleppa vit ikki undan at ferðast í ferðsluni.
Ráðið fyri Ferðslutrygd er gjøgnum kanningar og hagtøl komið til, at størstu vandamálini í ferðsluni eru:
<sum$?$end$!$ Ungir óroyndir bilførarar, sum stytta sær stundir í bili saman við javnaldrum, serstakliga gentum í 14 - 15 ára aldri. Ferðin var oftast alt ov stór, og í nógvum førum var bilførarin ávirkaður av rúsdrekka.<BR><sum$?$end$!$ Fólk til gongu - serstakliga børn og eldri - sum verða yvirkoyrd.<BR><sum$?$end$!$ Fólk í øllum aldursbólkum, sum gloyma at nýta trygdarbeltið, og tí lótu lív ella gjørdust avlamin.<BR>
Mín vón er, at vit øll taka hugsjónina um, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni, til okkara, og gera hana til okkara persónliga hjartamál.