Tá deyðin bankar uppá

Bókaummæli

Tóroddur Poulsen:

Sót og Søgn,

Forlagið Fannir, 1997


»Tá deyðin bankar uppá

skalt tú bjóða honum

vælkomnum«


Eg møtti einaferð deyðanum. Hann sat í einum bussi, sum koyrdi eftir Klostergade í Århus (leið 1 ella 18 ? also bussurin). Hann sat beint frammanfyri meg. Frataði forbiðið illa, minnist eg. Men eg hevði ilt við at avgera, um stankurin, sum fylti bussin, kom frá dintlaverki hansara, ella um hann kom frá lokala bryggjaríinum Ceres. Tá ølframleiðslan var uppá sítt villasta luktaði tað so ógvusliga um allan býin, at tað fylti bussarnar, serliga tá hurðarnar fóru upp. Minti ikki sørt um Fuglafjørð (so at heimføroyingurin eisini fekk sítt á skaft).

Her skuldi standa okkurt ótrúliga háfloygt um teknikk hjá høvundum, um postmodernaða mentan, við atliti í surrealismu og punkrokki.

Ella eitt viðmæli av »American Psycho«.

Eg las Sót og Søgn herfyri. Í veruleikanum fekk eg hana slongda í høvdið (við postinum), við teimum betingilsum, at um eg ummælti hana, skuldi eg sleppa at eiga hana fyri onki. Hetta er tó ikki einasta orsøk til, at eg havi valt at fara undir at siga nøkur skerd orð. Tí hetta er veruliga ein bók, sum eg eri glaður fyri at hava lisið, svølgt og sitið á kummu við. Eisini eg havi eg varhugan av, at tað kanska hevur okkurt við sjálvsoying at gera.

Tað eru fáir menn, ið eru so torførir at ummæla ? og kanska enn færri, ið lata seg so illa ummæla, sum Tóroddur Poulsen. Ikki bert tí at tað, sum higartil er komið úr hondum hansara, er so einstakt og egið, men eisini tí, at Tóroddur er so bevístur um hesar stakkals ummælarar, at teir verða teptir, áðrenn teir hava trýst á fyrsta knøttin á telduborðinum. Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at undirritaði aldri gjørdist bókaumvælari. Men hetta er samstundis eisini nakað, mær dámar sera væl (eisini tí at mær dámar ikki so væl smakkin av egna nalva mínum). Eg vil til hetta høvið vísa til yrkingina »TAÐ ER AT UMMÆLA«, á síðu 47 í bókini. Hon teppir allar umvælingar við sær sjálvari.

Døma hana dekonstruktión, um tað er tað, tú vilt.


»tað er at mala undan

tá tú skalt mæla ímóti

svari eg

tá ummælarin spyr meg

hvat at ummæla er«


»tað er at ræðast beini

í fiskinum«


Tað er ein sonn fragd at síggja, hvussu leikurin inni í, rundan um og ímillum málið ferðast í bókini. Hon stinkar langan veg av, at høvundurin hevur tað gott inni í hesi verð, sum hansara egna mál tykist at hava skapt, langt inni í øllum uppruna og sevju. Hesi verða eisini blandað so snildisliga saman, at tað gerst sera torført at tulka, greina ella skilja heildarmyndina, sum er alt verkið. Men tað er júst tað, tað er; eitt heilt og fult og satt verk. Men tað er jú eisini ein grundleggjandi menniskjaligur eginleiki, at velja og vraka millum tað, ein ynskri at skilja ella misskilja. Sjálvur sigur skrivarin, at »jú fleiri misskilja meg, tess betri tími eg at skriva«, ella okkurt, ið líkist hesum. Sjálvur vil eg siga, at eg haldi meg skilja Tórodd, men eg vóni ikki, at hetta fer at fáa mannin at gevast tó. Tí bókin er fylt á tremur við neyvum eygleiðingum av øllum lívinum og tess viðurskiftum ? frá tí heilt basala og banala til tær mest fløktu og innankrøktu hugsanum menniskjans. Hetta ger at ein, ið tímir at lesa, ikki bert fær nógv burturúr, men eisini ráhyggar sær, meðan hann lesur.

Nøkur andlit frá reglunum vitja aftur. Serliga varð eg glaður fyri at hitta Antasiu aftur. Heilsa henni endliga.

Ætlaði mær annars at citera okkurt úr bókini, men hon er so samanhangandi, at hetta vildi kanska gjørt meiri skaða enn gagn. Og agn. Tað ræður um at lesa hana, drekka kaffi og bowla. Hon kann lesast sum ein dagbók yvir samtíðina, um tað er tað, tú vilt. Hon kann eisini lesast sum eitt dekonstruktivt, supermodernað verk, ið verður kryddað við yrkingum, skemti og álvara. Men eg haldi veruliga ikki, at tað er so nógv tað hon er, sum er mest umráðandi. Hon kann næstan verða alt tað, tú biður hana vera. Kanska er tað heldur tað, hon ikki er. Hon er als ikki tengd at nakrari ávísari sjangru. Var hon tað, hevði tað ivaleyst pilkað eitt sindur av gleðini um hana burtur.

Døm hana dekonstruktión, um tú vilt.

Tað eru ikki nógvir, ið hava slíkt tamarhald á orðinum. Fleiri hava roynt, og flest allir eru farnir skeivir (skuldu kanska lagt pípuna í skápið aftur). Bókin hevur dirvi, greði, kæti, spei, spælilyndi. Men eisini nógva og djúpa rannsakan, bæði inn- og úteftir. Serliga eru niðstøðurnar góðar. Har tær eru. Um.

Vildi kanska gjarna sagt okkurt meiri, men eitt ummæli av hesi bók kann alt ov skjótt gerast ein umvæling. Og ein eftirmeting kann alt ov skjótt gerast alt ov drúgv. Tað er henda longu.


Petur Pólsson Jensen,

november 1997