Tað dragnar millum avhølvingarnar

Hóast úrslitini ímóti teimum stóru hava verið betri á útivølli, enn tey hava verið á heimavølli, so bendir lítið á, at Føroyar í kvøld skulu leggja rygg til stórtap

TÝSKLAND?FØROYAR

Tað kennist altíð sum ein marra,men tíbetur hevur tað sjáldan verið veruleiki. Tá ið á øllum økjum evarska lítlu Føroyar í fótbólti skulu takast við tey heilt stóru, lúrir møguleikin altíð fyri, at talan skal verða um skrædl. Um tað gongur av skriðuni hjá Føroyum, og um tað gongur sum smurt hjá teimum stóru, so eigur tað ikki at síggjast burtur frá, at úrslitið kann gerast tap uppá eini seks mál.
Føroyingar hava onkra ferðina lagt rygg til stórtap, men tað leingist millum avhølvingarnar. Merkisvert er tað, at føroyska landsliðið ofta hevur staðið seg betri á útivølli ímóti teimum størstu, enn tað hevur gjørt á heimavølli.
Tá ið vendingin teir størstu verður brúkt, so fevnir hon ikki so víða. Síðani Føroyar í 1988 gjørdust partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, hava mótstøðuliðini verið so mong, at tað nú eru færri europeiskar fótbóltstjóðir, sum Føroyar ikki hava dystast ímóti, enn tær eru, sum Føroyar hava spælt ímóti.
Tá ið tosað verður um tær stóru, eru tað framvegis fleiri, sum Føroyar eiga til góða at vera í undankappingarbólki við. Her verður hugsað um Italia, Frakland, Holland og so Ongland, sum eigur at standa ovast á føroyska ynskilistanum, tá ið tað um ársskiftið fer at verða kastaður lutur um, hvussu flokkingin skal verða í sambandi við undankappingini til HM endaspælið, sum verður í Týsklandi í 2006.
Stóru fótbóltstjóðirnar, sum Føroyar higartil hava spælt ímóti eru umframt Týskland Spania, Russland og Jugoslavia, sum taldist millum tær bestu fótbóltstjóðirnar í heiminum, áðrenn stríðið á Balkan gjørdi enda á Sambandsríkinum, sum Tito, sáli, hevði tvíhildið um í næstan eina hálva øld.

Úrslitini
Føroyar hava tvær ferðir verið í undankappingarbólki saman við Russlandi, eina ferð saman við Spania og tríggjar ferðir saman við Jugoslavia.
Jugoslavia hevur givið føroyingunum lúsingarnar av tí slagnum, sum undan hvørjari avbjóðing hjá føroyska Dávidi ímóti Goliatunum kring Europa kennast sum marrudreymur.
Í 1991, tá ið føroyingarnir vóru púra feskir í altjóða fótbóltsselskapinum, spældu jugoslavar okkara menn sundur og saman í Beograd. Úrslitið var 7?0. Men longu sama heystið var tað nógv betri, tí tá vann Jugoslavia bara 2?0 í Landskrona. Síðani hava Føroyar tapt fýra ferðir ímóti Jugoslavia, og tað hevur verið merkisvert, at tað hevur verið á heimavølli og ikki á útivølli, at úrslitini hava verið marrukend. Í 1996 vann Jugoslavia 3?1 á heimavølli og 8?1 á Svangaskarði, og í 2001 var úrslitið 2?0 í Beograd og 6?0 á Tórsvølli.
Ímóti Russlandi hevur eisini gingið betri á útivølli, enn tað hevur gjørt á heimavølli. Í 1995 vann Russland 3?0 á heimavølli og 5?2 á Svangaskarði. Tað var ta ferðina, at tað var so ógvuliga hugaligt eina lítla løtu, eftir at Todi Jónsson hevði lagt Føroyar á odda 2?1. Í 2001 vann Russland 1?0 á heimavølli og 3?0 á Tórsvølli. Í tfyrru royndini høvdu føroyingar sera gott tak á, meðan russararnir, tá ið teir vóru í Havnini, spældu føroyska liðið sundur og saman og høvdu møguleikar at skjóta í hvussu so er fimm mál fleiri enn tey trý, sum teir fingu.
Eingin ivi var, tá ið Spania var gestur á Svangaskarði. Teir vunnu 6?2. Tá ið føroyska liðið var á Iberisku hálvoynni, var møguleikin nevndur fyri stórtapi. Tað var serliga millum tíðindafólk og áskoðarar. Men Allan Simonsen og spælararnir tvíhildu um, at soleiðis fór tað ikki at tørna út, og teir fingu rætt. Spania vann 3?1, og Jens Kristian Hansen skoraði eitt flott mál.

Ein tumma frá javnleikinum
Týskland varð mettur sum bæði fíggjarligur og fótbóltsligur risi, tá ið tað fyri skjótt tveimum árum síðani varð greitt, at Føroyar vóru komnar í bólk saman við størstu tjóðini í Europa.
Á fíggjarliga økinum hevur gingið, sum tað kundi roknast við. Botnurin í FSF kassanum sigst ikki vera so sjónskur nú, sum hann var, tá ið roknskapurin varð lagdur fram á síðsta aðalfundi.
Í ítróttarliga partinum hevur Týskland, sum í fjør tapti finaluna um heimsmeistaraheitið, ikki verið so sannførandi í hesi undankappingini. Men tað boðar frá týsku styrkini, at teir eru oddalið í bólkinum, sjálvt um tað ikki hevur gingið meiri enn passaligt í bólkaspælinum.
At teir hava verið at tosa við kunnu føroyingarnir skriva undir uppá. Í Hannover 16. oktober í fjør var úrslitið 2?1, og kring allan fótbóltsheimin er tað framvegis av og á uppi og vendir, hvussu tætt tað var við, at Føroyar fingu javnleik. Í síðstu løtu varð innskifti Hjalgrím Elttør einsamallur við Oliver Kahn, men bólturin stakk í stólpan og út av til málspark. Týskararnir kendu seg so mikið kroystar, at Kahn brúkti næstan ein minutt at taka sær av málsparkinum, og so vann Týskland.
Ta ferðina vórðu liðini soleiðis mannað: Týskland: Oliver Kahn ? Arne Friedrich, Carsten Ramelow (Paul Freier, 46.), Christian Wörns ? Bernd Achneider, Dietmar Hamann, Jens Jeremies, Michael Ballack, Torsten Frings ? Miroslaw Klose, Carsten Jancker (Oliver Neuville, 70).
Føroyar: Jákup Mikkelsen ? Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen ? Jákup á Borg (Hjalgrím Elttør, 71.), Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Øssur Hansen ? John Petersen (Helgi L. Petersen, 86.), Andrew av Fløtum (Christian Høgni Jacobsen, 78.)

Tað valdast fyrstu løtuna
Allan Simonsen plagdi at siga, at tað hevði so sera nógv at siga fyri úrslitið hjá føroyingum, hvussu fyrsta løtan royndist. Um tað eydnast at koma undan stóra trýstinum, sum mótstøðumenninir í Goliat stødd altíð leggja á føroyska málið fyrstu løtuna, uttan at teir fáa mál, so sær beinanvegin ljósari út. Tá ið ferðin dalar eitt vet, ber betri til hjá føroyingunum at spæla, og tá ið stóru mótstøðumenninir kenna seg eitt sindur strongdar og sleppa eitt sindur í verjupartinum, tí teir eru altráðir eftir at skora mál, so fær føroyska liðið møguleikar frammi á vøllinum.
Í Týsklandi fekk heimaliðið brotsspark og mál longu í 2. minutti. Tá sá tað ikki ljóst út, men tað spældi heilt væl av. Tað kundi havt gingið so nógv verri, um dómarin ikki hevði verið so blíður, at hann ikki gav Óla Johannesen meiri enn gult kort fyri neyðbremsuna í brotsteiginum.
Týskland var ikki serliga sannførandi í Glasgow leygardagin. Tað kann hava við sær, at teir ikki eru so fullir í sjálvsáliti, sum teir altíð tykjast at vera, og at teir fara at binda um í verjupartinum, áðrenn teir fara at hugsa um at fáa málið og kanska málini, sum skulu til fyri at varðveita oddasessin í bólkinum og harvið fyrsta rættin til endaspælið í Portugal næsta summar. Men tað kann eisini hugsast, at teir kenna á sær, at nú hava teir møguleikan at vísa øllum milliónunum frammanfyri sjónvarpsskíggjarnar í Týsklandi og aðra staðni í heiminum, at teir eru betri, enn tað hevur verið sagt og skrivað um teir síðani leygardagin.
Um tað fyrstu løtuna eydnast okkara monnum at binda um í verjuni, so bendir einki á, at Føroyar hesa ferð fara at leggja rygg til stórtap av tí slagnum, sum Jugoslavia var orsøk til, tá ið teir fyri sjey árum síðani vunnu 8?1 í Føroyum.