Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Eitt frálíkt ár, um enn eisini nakað baldrut.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Tann eina dóttirin, Æsa, var á fjakkaraferð í Suðuramerika fyrra hálvár, og hettar fylti sera nógv heima hjá okkum ta tíðina.
Tað sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Á tí politiska vígvøllinum hendi nógv farna árið, og tá eg fekk durafjórðingin úr býráðssamgonguni, kendi eg á mær, at her skuldi eg til at taka upp annan tátt, sum tikið verður til í vísunum.
Marin Katrina Frýdal vísir á, at tað at gera vart við óreiðiligheit og órættvísi hevur sum kent sín prís.
- At sigla við Westward Ho úr Stavanger til Havnar í heyst var somuleiðis ein stór og ógloymandi uppliving. Eins og árligi tjaldingartúrurin, sum í ár var við Gróthúsvatn á Sandi, at tað eisini hepnaðist Giliannu systir við familju úr Noregi at vera við og túrurin uppá Tind, alt samanumtikið ein sera góður túrur.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Í politikkinum havi eg einki, ið eg vil gloyma, ella nakað, ið eg angri; tí eg havi handlað eftir míni bestu sannføring.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At børnunum og familjuni gongst væl. Politiskt, at snarað verður inn aftur á sjálvbjargnis, samhaldsfestu, náttúru og umhvørvis kósina.