Tað einasta ið bar til

Nógv útgreiningararbeiði var gjørt í samband við fullveldisætlanina. Nógvar kreftir, onkur vil meina í so nógvar, vóru nýttar til at skriva Hvítubók. Í dag kunnu vit so hyggja at og kanska seta spurningar við, hvussu væl hesar útgreiningarnar hava hylnast

Ein niðurstøða í Hvítubók var millum annað, at tað fór neyvan at bera til at fáa økt sjálvstýri undir núverandi grundlóg. Eitt nú Javnaðaruppskotið var tí ikki nógv viðgjørt í Hvítubók. Tað er eingin loyna, at fullveldisætlanin, sum hon sær út í dag, er nærum meinlík fullveldisætlanini, ið frammanundan var gjøgnumhugsað av eitt nú Tjóðveldisflokkinum og kanska serliga hevur verið myndað av Høgna Hoydal. Var gjøgnumgongdin í Hvítubók nóg kritisk? Var arbeiðssetningurin ov smalur? Vit kunnu undir øllum umstøðum staðfesta, at fullveldi við langari skiftistíð ikki ber til. Vit kunnu eisini staðfesta, at danska stjórnin tykist vera sinnað til at tosa um eina skipan, ið tryggjar meira sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Var hettar ikki júst tað, ið Hvítabók segði ikki bar til? Tað tykist sum um, at tað einasta, ið bar til, ikki ber til, meðan tað, ið ikki bar til, væl ber til.


Eitt er, at politiskir flokkar og politikarar ganga og postulera alt møguligt um, hvat ber til og ikki, men um embætisverkið hevur skotið langt við síðunar í sínari fakligu politiskt óheftu ráðgeving, so stendur illa til.


Vit hava her á hesum stað ávarað móti, at umsitingin verður ov aktivt innblandað í politiskar verkætlanir og eitt nú faldarar, ið hava verið sendir í hvørt hús. Tað er sjálvsagt uppá sítt pláss, at umsitingin gevur óhefta fakliga ráðgeving til landstýrið, men ansast má eftir, at umsitingin ikki gerst ov ágrytin soleiðis at skilja, at hon fer um tað ikki altíð so vældefineraða markið millum politikk og embætisførslu.


Spurningurin er, um ikki tað er tíð at gera eina lítla eftirmeting av tí arbeiðnum, ið var gjørt uppundir samráðingarnar við donsku stjórnina. Var Føroya Landstýri nóg væl fyrireikað, og var ráðgevingin og ikki minst kunningin til borgarnar nóg góð? Onkur kritisk rødd var frammi í samband við framløguna av Hvítubók, men varð tipt við, at Høgni Hoydal almannakunngjørdi framløguprísin hjá viðkomandi. Spurningurin er, um niðurstøðan at illa ber til at fáa víðkað sjálvstýri undir núverandi grundlóg er ein niðurstøða, ið øll serfrøðin herundir alt embætisverkið kann standa aftanfyri á einum objektivt fakligum grundarlagi.


Eitt er at útgeva eitt verk sum Hvítubók við tilfari og tonkum frá nógvum uttan iva sera gløggum og dugnaligum fólkum. Eitt annað er, hvussu hon er ritstjórnað, og hvør leggur fram. Tað hevði verið áhugavert at vitað, um nakað var skorið burtur úr upprunatilfarinum ella hvussu tað var stytt. Eisini hevði verið áhugavert at vitað, hvussu eitt nú einstakir serfrøðingar verða útvaldir burturúr mongum til at standa í fremstu røð og leggja fram, og kanska enntá tulka, tilfar úr útgreiningararbeiðnum, ið gjørt var til fullveldisætlanina. Vónandi verður alt endurskoðað fyri at vita, um nakar læripeningur er at vinna burturúr øllum tí, ið er farið fram.