Tað er bara eitt sum hevur týdning

Fyri Føroya Arbeiðarafelag er tað bara eitt, sum hevur týdning, nú ein nýggj fiskivinnuskipan skal gerast

 

– Eg havi onga meining um, hvussu fiskurin undir Føroyum verður fiskaður, og um vit skulu hava fiskidagar, kvotur ella uppboðssølu.

 

Tað staðfesti Georg F. Hansen formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðalfundinum hjá felagnum um vikuskiftið. Hinvegin hevur tað stóran týdning fyri hann, hvørja langu, fiskurin fær, eftir at hann er komin á dekkið.

 

Tað, sum hevu størsta týdningin av øllum, er, at sum mest av fiskinum skal avreiðast í Føroyum við tí endamáli, at sum mest av fiskinum verður arbeiddur og virkaður av fólkinum, sum her býr, sigur Georg F. Hansen.

 

Hann sigur, at hetta er eisini galdandi fyri alilaksin.

– Vit høvdu viljað, at meiri av laksinum varð virkaður her í Føroyum, so at arbeiðið var meira samanhangandi.

 

Hann vísir eisini á, at uppsjóvarfiskurin gevur nógv arbeiði, men arbeiði enn er arbeiðið í uppsjóvarvirkjunum alt ov óstøðugt, og einn part av árinum er lítið og onki at gera á tiemum

 

– Tað skuldi ikki verið so lætt at flutt nakran fisk óvirkaðan av landinum, staðfestir Georg F. Hansen.

 

Hann heldur, at tískil skuldi avgjald verið lagt á allan fisk, sum verður fluttur óvirkaður av landinum, , tað verið seg bæði laks, botnfisk, og uppsjóvarfisk.

 

– Tað bleiv fyrimunur at virka allan fisk her í Føroyum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

 

– Í hesum sambandi heldur hann eisini, at tað hevur sera stóran týdning, at veiðan verður boðin út á uppboðssølu, so øll hava møguleika at bjóða upp á hann.

 

– Hetta tryggjar eisini, at sjómaðurin fær ta hýruna hann skal hava, sigur hann

 

Hinvegin heldur Georg F. Hansen eisini, at ætlanin um at áseta økiskvotur, har tey ymsu økini í landinum eru tryggjað eina ávísa kvotu, er góð og spennandi.

 

– Eg haldi tað er umráðandi at tryggja, at virksemi verður javnað til øll øki í landinum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.