Annfinn Brekkstein
Tað hevur verið ført fram av tingmanni, at vit noyðast at fáa nýggjar blokksamráðingar. Tí eri eg púra samdur í, tí tað er púra ábyrgdarleyst at minka blokkin við hálvtfjórðahundrað milliónir. Hvat gongur tað útyvir? Vælferðasamfelagið! Sitandi samgonga hevur ikki megnað at loyst teir stóru trupulleikarnar innan heilsuverkið. Eitt nú er mangul uppá íbúðir til tey sálarsjúku, og tað er stórur tørvur á ellis-og røktarheimum til tey, ið hava tænt samfelagnum ein mansaldur.
Vit føroyingar vilja liva á jøvnum føti við hini norðanlondini, hvat viðvíkur vælferð. Ein stórur partur av ungdóminum fer til Danmarkar til hægri lestur fyri síðan at venda aftur til heimlandið eftir lokna útbúgving. Tí sum nú er hava vit eitt vælferðarsamfelag, og tað ynskja tey at koma aftur til. Tey seta somu krøv til tað føroyska samfelagið, hvat vælferðini viðvíkur, sum í øðrum skandinaviskum londum. Við at minka blokkin, seta vit vælferðina niður. Tað merkir, at vælútbúgvið fólk verður fer ikki at støðast í Føroyum.
Vit hoyra dag og dagliga at læknatrot er her á landi. Hvør er orsøkin? Alt bendir á, at tað eru arbeiðsviðurskiftini innan føroyska heilsuverkið, ið ikki eru nøktandi. Tey eru munandi betur í hinum norðurlondunum.
Skal heildarveitingin minkast og skulu vit klára okkum sjálvi uttan heildarveiting, er neyðugt at geva vinnulívinum góðar karmar at virka undir. Tað er skeiv mannagongd, sum sitandi samgonga nýtir, við at ávísir almennir stovnar fáa milliónir játtaðar av løgtingsfíggjarlógini fyri ikki at koma í gjaldføristrupulleikar. Hesin peningur verður m.a. brúktur til at kappast móti tí privata vinnulívinum, og tað kann vinnan ikki góðtaka. Tíðin er farin frá, at almennir stovnar nýta skattaborgarans pening at kappast móti tí privata vinnulívinum.
Skulu vit hava nýggjar blokksamráðingar, noyðist Javnaðarflokkurin greitt at boða frá, um hann vil varðveita blokkin, ríkisfelagsskapin og vælferðina saman við Sambandsflokkinum, ella um hann vil verða stuðulsflokkur hjá sitandi samgongu.
Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið greitt hevur boða frá, at hann ikki vil taka undir við fullveldisætlanini hjá sitandi samgongu. Hesa greiðu støðu hevur Javnaðarflokkurin ikki. Tí má hann gera upp við seg sjálvan, um hann framhaldandi vil varðveita blokkin, og finna útav, hvønn hann vil taka nýggjar samráðingar upp saman við. Tað er bert Sambandsflokkinum, sum greitt hevur boðað frá, at hann ikki tekur undir við fullveldisætlanini. Hvat er støða Javnaðarfloksins?
Kósin hjá Javnaðarflokkinum er sett, men kumpassin melur runt.