Ingibjørg Berg, stjórnmálafrøðingur
Tá ein vika var farin av desember í 2005, møttu 6 umboð fyri bæði kommunufeløgini væl fyrireikað á fundi, sum tey vóru boðin á við mentanarnevndina hjá løgtinginum. Men bilsin, nipin og ongul í reyv fóru kommunalu umboðini av aftur fundinum, tí frá fundarbyrjan gjørdist greitt, at mentanarnevndin hvørki tóktist kunna ella vilja broyta nakað sum helst í málinum, sum fundurin var um.
Hvat var tað so sum hendi hendan desembermorgun, tá vit øll so smátt vóru farin at hugsa um jólagávurnar.
Málið um fólkabókasøvnini
Mánaðirnar undan jólum var aftur ein sannur ruðuleiki av lógum og kunngerðum, ið alt skuldi setast í gildi áðrenn evstu freist at samtykkja løgtingsfíggjarlógina. Ein teirra var broytingarlógin til løgtingslóg um bókasøvn, sum ørkymlaði ikki so fá av okkum, sum høvdu við málið at gera.
Tað byrjaði sum í so nógvum øðrum førum við, at Mentamálaráðið fekk boð frá Fíggjarmálaráðnum um at spara ávísa upphædd í rakstrinum í 2006. Mentamálaráðið gjørdi tí uppskot til lógarbroyting, ið legði upp til at broyta býtið av fíggjarligu ábyrgdini fyri fólkabókasøvn millum land og kommunur. Higartil hevði landið rindað 60%, kommunurnar 40%. Nú skuldi tað vera øvut - og Mentamálaráðið roknaði við at spara 1,7 mió kr. í rakstrinum.
Tað kann væl vera, at hetta er eitt rættari býti, um vit hugsa um, at tað eru kommunurnar, sum taka stig til og varða av fólkabókasøvnunum; men einki hevur tað verðið umrøtt millum land og kommunur frammanundan. Kommunurnar fingu eitt kunningarskriv, og nakrar dagar seinni eitt hoyringsskriv, sum tær høvdu umleið tvær vikur at umrøða hetta var ein mánað eftir, at freistin hjá kommununum at gera fíggjarætlan var úti, og hálvt ár eftir, at Landsbókasavnið hevði góðkent fíggjarætlanirnar fyri fólkabókasøvnini.
Fíggjarlógin lex fundamentalis
Málið um fólkabókasøvnini er í sjálvum sær ørkymlandi fyri tey, ið varða av. Men meira ørkymlandi er tað, tá vit hugsa um, at kommunurnar hava boðað Mentamálaráðnum frá, at tær fegnar vilja viðgera málið í síni heild, við tí fyri eyga at gera økið kommunalt, heldur enn at fáa útreiðslurnar av tí í hissini bitum.
Hetta var eisini tað, sum kommunufeløgini bæði tóku við sær, tá tey væl mannað og vónrík fóru á hoyringsfund hjá mentanarnevndini í løgtinginum. Vit rokna jú øll við, at tað er her, at tey umboðini, sum vit hava kosið okkum til hetta arbeiðið, teinkja stóru politisku tankarnar og taka tær stóru innihaldsligu avgerðirnar okkara vegna. Men ikki meira enn komin innum dyrnar í nevndarhølunum, fingu feløgini at vita, at einki fór at verða broytt í uppskotinum, tí hetta var avleiðing av fíggjarlógini, sum samgongan var vorðin samd um !
Heldur enn at vera amboðið at tryggja sambandið millum, hvussu tingið raðfestir uppgávurnar, og soleiðis sum landsumsitingin í verki skal arbeiða, hevur løgtingsfíggjarlógin síðani kreppuna havt støðu sum lex fundamentalis, sum nærum allar aðrar lógarbroytingar verða elvdar av.
Hóast sera stuttu hoyringsfreistina brúktu fleiri fólk í landinum fleiri dagar at viðgera uppskotið frá landsstýrinum í bráðskundi. Hóast málið var lítið í landsroknskapinum, so kundi tað fáa stóran týdning fyri nakrar borgarar og teirra kommunur. Eitt mál, sum var avgjørt frammanundan, í eini semju um eina fíggjarlóg, og sum eingin kortini hevði vilja til at broyta av ótta fyri at ávirka hesa semju.
Hoyringar demokratiskt amboð ella kávalæti
Talan var í hesum føri um kommunur og eitt mál, sum kann fáa stóran týdning fyri borgarar, sum brúka fólkabókasøvnini; men talan kundi eins væl verið um eitthvørt annað mál, sum kundi fingið størri týdning fyri onkran annan samfelagsbólk.
Stuttu freistirnar, og tey nógvu uppskotini, sum koma í senn, gera tað oftast ógjørligt at gera kvalifiseraðar viðmerkingar og ofta tykist hetta eisini nyttuleyst, tí at viljin til at gera broytingar ikki reelt er til staðar. Tá samanum kemur, er tí eingin onnur meining við hoyringunum enn at kunna siga, at hoyrt hevur verið. (
Um hoyringar skulu hava nakað veruligt endamál, skuldi ein trúð, at fyrisitingin, ið sum oftast ger uppskotini til lógirnar, vildi tryggja, at øll, sum hava áhuga í og vitan um málini, kunnu geva verulig íkast til arbeiðið. Hetta skuldi verið sjálvsagdur partur av eini demokratiskari lóggávugongd.
Vit hava onkur góð dømi um góðar hoyringsgongdir: uppskot til nýggja kappingarlóg var t.d., umframt at verða sent viðkomandi samfelagsbólkum í góðari tíð, eisini lagt á netið til øll at viðmerkja, og nýggja barnaverndarlógin varð gjørd í tøttum samskifti við kommunurnar, sum umsita størsta partin av økinum.
Men, tíverri, so eru dømini ógvuliga fá. Tað vanliga er, at tað sýnist sum um, at miðfyrisitingin, landsstýrið ella bæði - tilvitað ella ótilvitað - eru sannførd um, at tey eru tey einastu sum hava skil fyri, hvat skal standa í lógunum, og at tey tí mugu verja sínar lógarbroytingar og síni lógaruppskot móti óvitandi og minni mentum umboðum fyri onnur áhugamál.
Hetta er satt at siga hugvekjandi, tá vit hugsa um, hvussu lítla orku stjórnarráðini hava hvør sær. Veruleikin er jú, at tey eru so tunt mannað, at fleiri stórar vinnufyritøkur og stórar kommunur, hvør í sínum lagi, hava upparbeitt væl størri servitan á fleiri økjum. Kortini minnir vanliga lóggávugongdin meira um pokerspæl enn um demokratiska tilgongd, har miðjað eigur at vera eftir at lýsa málini so væl sum til ber.
- Og so kundi tað eisini sæð út til at vera nógv um at gera, at tingið ikki fær innihaldsliga ávirkan á lógirnar. Tí verða tær trunkaðar saman um tvey evstumørk, og lagdar fram við stytst møguligu freist, ella enn betur: við fráviki frá freistunum.
Tað var tí ikki minni enn ein sensasjón, at trivnaðarnevndin gjørdi 62 viðmerkingar til barnaverndarlógina. Heldur enn at smírast og spyrja um nevndarformaðurin keðir seg, eiga vit at frøast um hetta dømið. Um tingið skal liva upp til sín myndugleika sum lóggávuvald, mugu tingfólk í nógv størri mun fyrihalda seg til innihaldið í, og taka ábyrgd av, lógunum, sum tey samtykkja. Tingnevndirnar kunnu, í nógv størri mun enn tær gera í dag, hoyra áhugabólkar og fólk við fakligum innliti, ella hava almennar hoyringar har øll við áhuga í málinum kunnu siga sína hugsan serliga um stjórnarráðini ikki eru sína uppgávu vaksin á hesum øki.
Søgan um fólkabókasøvnini varð ikki tikin fram, tí málið var serliga ófantaliga ella illa avgreitt tvørturímóti er tað viðkomandi, tí tað er eitt vanligt dømi heldur enn eitt undantak.