– Tað er frustrerandi at tit ikki lurta eftir okkum

Hvast orðaskifti er millum eldru og yngru løgtingslimirnar í dag í sambandi við viðgerðina av uppskoti um at broyta starvsheiti

Tey eldru løgtingsfólkini taka ikki tey yngru løgtingsfólkini fyri fult, tí í staðin fyri at lurta eftir teimum, so koma tey við undanførslum.

Hetta er kenslan hjá teimum trimum ungu og nýggju løgtingsfólkunum Ingilín Didriksen Strøm, Hervør Pálsdóttir og Bjarna Kárason Petersen.

Tað er heitt kjak í løgtinginum í dag í sambandi við triðju viðgerð av uppskoti hjá Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm um at broyta starvsheitini í løgtinginum, so kvinnuligir løgtingslimir formliga kunnu kalla seg løgtingskvinna í staðin fyri løgtingsmenn, sum tær eita á pappírinum nú.

(DAGFØRING klokkan 17:32: Uppskotið er fallið - 11 atkvøður vóru fyri, 13 ímóti og eingin blonk).

Grundgevingin hjá meirilutanum er í stuttum, at broytingin er eitt ov stórt inntriv í stýrisskipanarlógina, og at tað í staðin kann gerast uppá ein annan máta. Eisini varð nógv tosað um, at uppskotstillararnir eru ungir og óroyndir í løgtinginum, og at mann ikki kann forvænta, at øll uppskot verða samtykt uttan víðari. Onnur argument eru, at tað er eitt inntriv í bæði málið og søguna, tí tað liggja nøkur málslig og søgulig atlit í týdninginum av orðinum "løgtingsmaður". Eisini hevur verið sagt, at tíðin ikki er búgvin til at fremja broytingina. Les meira HER.

– Grundgevingarnar byggja á undanførslur

Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at argumentini móti uppskotinum eru ógvuliga tunn.

– Eg havi ikki hoyrt nøkur haldgóð argument fyri at fella uppskotið enn, segði hann.

– Tey, sum eru ímóti uppskotinum, blíva við at flyta málstrikuna. Mann byrjaði við at siga, at tað ikki var einfalt málsilga. Men serførðin var á einum máli um, at hetta er í ordan. Síðani sigur mann, at hetta er søguliga tengt, men samgongan hevur enn ikki innkallað nakran søgufrøðing í sambandi við viðgerðina. Álitið, sum so er komið nú, fyriheldur seg eina og aleina til tann politiska spurningin, um at tað er tikið frá skeivum enda og ikki gjørt rætt politiskt, segði Bjarni Kárason Petersen. 

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi og uppskotstillari, hevur somu fatan av viðgerðini.

– Tá tað málsiga argumentið ikki helt, broytti man tað til tað søguliga og framferðarháttin hjá tingkvinnunum. Hetta byggir á undanførslur. Eingin, sum hevur verið til hoyringar hevur, verið ímóti hesum, uttan ein, sum eisini umboðar samgonguna. Hetta snýr seg bara um politiska mótstøðu, segði Hervør Pálsdóttir.

Ingilín D. Strøm, uppskotstillari, vísti øllum kritikkinum frá meirilutanum aftur og segði, at tíðin langt síðani er blivin búgvin at broyta starvsheitini, so hon og hinir kvinnuligu løgtingslimirnir kunnu kalla seg løgtingskvinnur.

– Mann grundgevur við aldargomum siðvenjum og mannagongdum, men tað eru ikki allar siðvenjur, sum mann skal verja. Nakrar siðvenjur skulu broytast og tilpassast til heimin, vit liva í í dag, segði Ingilín D. Strøm.

– Tað er ringt at diskutera við ein múr

Ingilín Didriksen Strøm skilir ikki, hví summi tingfólk hava sett fokus á aldurin og royndirnar hjá sær og Hervør Pálsdóttir.

– Eg vildi hildið, at fólk vóru glað fyri, at nýggjar kreftir komu til í løgtingið, tí nýggj fólk koma við nýggjum hugskotum og nýggjum eygum. Vit hava øll fortjent okkara mandat her og hava øll líka tungt virði, segði Ingilín D. Strøm.

Bjarni Kárason Petersen var hvassorðaður og gav meirilutanum skarpan gang.

– Um mann veruliga heldur, at einki skal henda á hesum økinum, sig so tað í staðin fyri at koma við undanførslum. Tit lurta ikki eftir okkum, og tit kundu líka so væl sløkt mikrofonirnar. Tað er øgiliga frustrerandi, segði hann. 

Yvirhøvur hevur alt orðaskiftið og viðgerðin av málinum verið skuffandi fyri Bjarna Kárason Petersen.

– Mann missur mótið. Tvær ungar kvinnur koma við einum góðum og einfaldum uppskoti, men man sigur, at tær eru ungar og naivar, og at tað ikki er gjørt rætt. Um tað so hevði verið gjørt rætt, so er eingin ivi í mínari sál, at tað ikki hevði verið undirtøka allíkavæl, segði hann.

– Tað er ringt at diskutera við ein múr. Viðgerðin hevur verið skuffandi fyri meg, og eg hevði viljað, at tað var eitt sindur meira substansur í.

– Eg finni meg ikki í hesum

At tey ungu tingfólkini skýrdu meirilutanum fyri at koma við undanførslum fall ikki í góða jørð hjá Jógvan á Lakjuni, tingformanni. Hann helt ikki, at orðingarnar hjá ungu løgtingsfólkunum vóru virðiligar.

– Eg kenni ikki handan mannin aftur, sum stendur her og hølvar okkum av, segði hann um útsøgnirnar frá Bjarna Kárason Petersen.

– Tá mann er ungur og nýggjur á tingi, so heldur mann, at tað er skjott at fáa okkurt ígjøgnum á tingi, men soleiðis er tað ikki. Eg finni meg ikki í at blíva umtalaður upp á hendan mátan. Har eru góð argument fyri, at vit ikki taka undir við hesum, segði Jógvan á Lakjuni.

Hann helt, at ungu løgtingslimirnir royndu at snara veruleikanum.

– Orsøkin til, at málið ikki er búgvið, er, at vit tey síðstu árini hava havt ymisk uppskot. Tað er óvirðiligt at royna at snara tað, sum verður sagt. Eg haldi, at tá mann er ungur, so skal mann tosa virðiligt við tey eldru og stinga fingurin niður í jørðina, segði hann.

Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum tók frástøðu frá útsøginini hjá Bjarna Kárason Petersen um, at meirilutin hevur kallað uppskotstillararnar fyri naivar. Bjarni Kárason Petersen segði í svari til tað, at argumentini um at tingkvinnurnar eru ungar og nýggjar tulkast sum, at tær eru naivar, og hesum heldur hann fast í.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, vísti eisini kritikkinum aftur.

– Tað er altíð eggjandi at hoyra eldhugað fólk leggja sítt mál fram. Men eg eri ikki samdur í, at málstrikan er flutt. Ikki fyri mítt viðkomandi, eg havi júst somu sjónarmið nú sum til fyrstu viðgerð, segði hann.

Jógvan á Lakjuni segði, at tað er ikki so einfalt at broyta starvsheitini, og hann legði dent á, at kallkyn í nógvum førum verður brúkt sum felagsheiti - til dømis merkir "maður" menniskja.

– Vit hava trý kyn á føroyskum, kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn. Kallkyn verður mangan brúkt sum felagssheiti. “Er nakar inni her?”, verður til dømis sagt. Eg sigi ikki “Er nøkur inni her”, segði Jógvan á Lakjuni millum annað.

Ingilín Didriksen Strøm vísti harafturímóti á, at mann sigur “Eru øll komin” í staðin fyri “eru allir komnir”.