Tað verður grannauppgerð í Gundadali seinnapartin, tá ið argjamenn og Sorin Anghel vera gestir hjá HB. Í HB leguni er lagið sera gott, nú HB er aftur har á talvuni, sum liðið plagdi at vera.
-Higartil hevur tað gingið rætta vegin. Vit arbeiða nógv og hart, og tað fara vit framvegis at gera, sigur HB venjarin Heimir Guðjónsson.
HB venjarin vónar, at hansara lið fer at skjóta meiri enn eitt mál ímóti HB:
-Ímóti 07 Vestur var tað fleiri ferðir soleiðis í seinna hálvleiki, at vit vóru um reppið at fáa mál ímóti okkum. Verjuspælið var betri í seinna hálvleiki, men so leingi sum tað bara er eitt mál á muni, so er tað vandamikið. Liðavrikið er støðugt batnað, og eg vóni, at tað eisini verður soleiðis ídag, sigur Heimir Guðjónsson.
Aleksandar Stankov er tøkur aftur. Tað kemur væl við, tí Teit Jacobsen verður ikki við aftur í ár, og Sebastian Pingel er skaddur í knænum. Ari Mohr Olsen var á næstbesta liðnum í gjár, og John Frederiksen er darvaður av vøddaskaða í lærinum.
Eftir steypasigur í Runavík var tað aftur gerandisdagur á Argjum sunnudagin, tá ið NSÍ vann 2-0.
AB hevur mangan argað í grannauppgerðum í Gundadali, har tað fyri tveimum vikum síðani endaði við 2-1 tapi ímóti B36.
-Á heimavølli ímóti NSÍ spældu vit okkum til góðar møguleikar, men vit vunnu ikki úrtøkuna, sum vit høvdu uppiborið at vinna. Í dag fara vit vónandi at vísa sama hugburðin sum síðsta sunnudag, og so vóna vit, at úrtøkan verður betri, sigur AB miðvallar veteranurin Bárður Olsen
Hørður Tórsson og Absalon Eliasen eru skaddir, og vongverjin Jákup Pauli Breckmann er tøkur aftur.