Tað er ikki smávegis ávøkst vit í dag samgleðast um

Orðini í yvirskriftini eigur løgmaður í heilsan sínari til Heimamissiónina, sum nú hevur 100 ár á baki. Og sanniliga var eisini gleði- og hátíðardámur í leguhúsinum í Nesvík mánakvøldið. Veitslan byrjaði við einum tiltaki fyri børn og endanði við ungdómscafè. Um 1300 fólk vóru við til hátíðarhaldið



 
 
Millum teir mongu hundrað gestirnar, sum savnaðust í leguhúsinum í Nesvík mánakvøldið, vóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og Hans Jacob Joensen, bispur.
Allir tríggir bóru fram heilsanir í samband við stóra dagin og vístu á, hvussu stóran týdning arbeiðið hjá Heimamissiónin hevur havt og hevur fyri land okkara.
Sosialurin nýtti eisini høvið hetta kvøldið at vitja í Nesvík við myndatólinum.
Vit prenta her røðurnar hjá løgmanni og landsstýrismanninum.
Seinni fara vit at endurgeva úr røðuni hjá bispi. Eisini fara vit við myndum og orðum siga frá barnatiltakinum, har skótar og sunnudagsskúlabørn hugnaðu og stuttleikaðu sær saman.

Røða 

Jóannes Eidesgaard
løgmaður
 
AT SETA Í GRÁTT
Heilsan til Heimamissiónina á 100 ára hátíðarhaldinum 8. november 2004
100 ár eru liðin síðani virksemið hjá Heimamissiónini byrjaði í 1904. Ein felagsskapur, sum 100 ár seinni skuldi vísa seg at gerast ein hin virknasti í landinum. Hesin felagsskapur ber í dag heitið Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum.
Heimamissiónin festi røtur í eini samtíð, tá fríkirkjurnar myndaðu eitt nýtt rák í tí kristna felagslívinum, sum var ein liður í eini demokratiseringsprosess innan kristnilív sum heild. Tað tryggjaða tali- trúar- og samlingsfrælsið í grundlógini stóð sína roynd við fríkirkjunum, sum skipaðu síni egnu trúarsamfeløg. Heimamissiónin skipaði seg sum eina leikmannarørslu innan kirkjunnar karmar.
Við trúbótini kom Skriftin til fólkið, við leikmannarørslunum kom prædikan til fólkið. Tað, sum kirkjan var fyri lærda trúboðan, var Heimamissiónin fyri leikmannatrúboðan. Her bleiv trúgvin individualiserað, her var dentur lagdur á persónliga trúgv og vitnisburð, og her slapp tann meinigi maðurin at taka til orðanna.
Hugtakið ?orðið er frítt? gjørdist fastur táttur í møtivirkseminum, og persónligar royndir frá harðbalnum sjólívi og gerandislívi á landi myndaðu talur og vitnisburðir.
Demokratiseringin av orðinum víðkaði um virkisøkið hjá kirkjuni, og kirkjufólkið gjørdist ein berandi partur í virkseminum hjá heimamissiónini. Virksemið fevnir um øll ættarlið, har eitt ættarlið sleppur, tekur tað næsta við. Mong hava gjøgnum ár og dag á ein ella annan hátt havt tilknýti til heimamissiónina, tað verið seg á sunnudagsskúla, ungdómslegu, missiónsviku, sangskeiði ella gjøgnum hjálparvirksemið hjá Bláa Krossi.
Sjómanslívið hevur altíð staðið Heimamissiónini nær. Heimamissiónin var við til at byggja sjómansheim í Havn, Klaksvík, Runavík og í Íslandi. Allahalgannahaldið, sum júst hevur verið, verður fyriskipað av sjómansheiminum, og sum siður er, heldur løgmaður røðu og leggur krans við minnisvarðan.
Sjómanskvinnuringarnir kring landið gera eitt fyrimyndarligt arbeiði at virka og senda jólapakkar til sjómenninar ár eftir ár, og sjómanstrúboðari syrgir trúfast fyri, at andaligi førningurin er við í høvuðsvinnu okkara bæði á útferð og heimferð.
Nú heystið er, kunnu vit spyrja, hvussu skarst. Tað grør um gangandi fót, sigur orðatakið, og her hava mangar føtur gingið. Tað er ikki smávegis ávøkst, vit í dag kunnu samgleðast um. Tað
ovurhonds stóra og umfatandi virksemið hjá Heimamissiónini er krúnan á verkinum eftir øll hesi 100 árini.
Virðismiklir varðar prógva hetta í dag: missiónshús, sjómansheim, leguhús, trúboðarar heima og úti, sunnudagskúlar, skeiðvirksemi, ráðgeving, viðgerð, sangskeið, sangbøkur, fløgur, bókaútgávur og tíðindablað alt á egnum forlagi bera boð um tað.
Stóra tøkk skal Heimamissiónin eiga fyri tað sera týdningarmikla arbeiðið, hon ger fyri samfelag okkara, heilhjartað og ólønt. Samfelagið hevur tørv á slíkum uppbyggjandi virksemi, sum hevur ans fyri børnum, ungdómi, kvinnum og monnum. Hetta er fyrimyndarligt og kann ikki virðismetast nóg høgt. Takk øll somul.
Vegna Føroya Landsstýri fari eg at enda at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 100 árunum og biðja góðan byr í orði og verki tykkara fyri framman.
 
 
 
Røða
Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
 
Háttvirda samkoma.
 
Eg fari fyrst at takka fyri innbjóðingina ? og má siga, at tað er mær ein stór gleði sum landsstýrismaður í mentamálum at fáa høvi í dag at bera eina heilsu fram, nú tit í Kirkjuligu Heimamissiónini halda tykkara hundrað ára dag.
Øll vit, sum eru uppvaksin her á landi, kenna heimamissiónina ella indremissiónina, tí missiónshús eru jú í nærum hvørjari bygd, og vit hava sæð tað ígjøgnum lívið, hvør á okkara lokala plássið, hvussu nógv arbeiði er lagt í hetta ? eg hugsi um øll hesi trúføstu menniskjuni, ið hava lagt lív og sál í hetta arbeiði.
Eingin dugir at meta um, og tað verður bara ævinleikin, ið fer at opinbera, hvussu stóran týdning tykkara arbeiði hevur havt fyri okkara tjóð ígjøgnum øll hesi mongu ár.
Jú, Heimamissiónin hevur verið virkin og er framvegis sera sjónlig í tí føroyska samfelagnum. Til dømis røkir Heimamissiónin stórar og týðandi uppgávur í føroyska barna- og ungdómslívinum. Eg hugsi ikki minst um allar sunnudagsskúlarnar ? nærum 60 í tali, hugsi eg ? sum eru í næstan hvørjari bygd kring landið.
Hetta er at gleðast um, tí tað er júst í barna- og ungdómsárunum at fundamentið undir tí kristnu trúnni verður lagt, ment og ført víðari, og er hetta tí ein tann mest týðandi tátturin í kirkjuligum arbeiði. Sálomon sigur í orðatøkunum: ?Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga, so víkur hann ikki av henni, heldur ikki tá ið hann verður gamal.?
Góð kristin uppaling hevur varðveitandi og uppbyggjandi ávirkan á alla ta føroysku mentanina og samfelagið sum heild, og er eitt gott mótspæl til alla ta negativu ávirkan, sum floymir inn yvir okkum uttan úr heimi.
Og her er ikki minst at nevna tað veldiga arbeiði, ið verður gjørt út frá hesum húsi, og eg hugsi her serliga um allar summarlegurnar, sum eru á hvørjum ári. Í fjør vóru ikki færri enn 1200 børn frá 2. til 7. flokk á hesum legum.
Tað er vónleyst, í stuttari røðu, at koma inn á alt tað stóra virksemið, ið Heimamissiónin stendur fyri. Eg hugsi um juniorarbeiði, barnakór, barnaringar og ungdómsarbeiði annars, arbeiði fyri at styrkja familjuna og ikki minst sang- og tónleikaarbeiði.
Tann virkna sangmentanin hjá Heimamissiónini við fleiri góðum sangkórum er eisini ein dyggur stuðul undir øllum tí kristiliga arbeiðinum, og eg haldi, at sangskeiðini, sum tit hava skipa fyri í mong ár, hava havt sera stóran týdning fyri menningina í sambandi við sang og tónleik.
Sangur og tónleikur fyllir so nógv í tí kristiliga arbeiðinum, og vit vita øll, hvussu stóran týdning tað hevur ? ikki minst fyri at fáa tey ungu við ? at vit eisini fylgja við á tí økinum.
Umframt tað stóra heimamissións arbeiði, ið Kirkjuliga Heimamissiónin ger, so fevnir Kirkjuliga Heimamissiónin eisini um bæði sjómansmissión og útimissión við virðismiklum uppgávum. Sjómansmissiónin við m.a. sjómanstrúboðara, sjómansheimum og sjómanskvinnuringinum ger eitt megnar arbeiði fyri at boða gleðiboðskapin fyri okkara sjófólki, og verður hetta gjørt bæði við tí talaða og skrivaða orðinum, við jólagávum og á annan hátt.
Eisini fegnist eg um útimissióna, ið Kirkjuliga Heimamissiónin hevur ábyrgdina av. Føroyingar hava nógvar trúboðarar úti í heimi, og eg hugsi, at hetta er nakað, vit mangan hugsa ov lítið um. Andaliga hevur tað stóran týdning fyri okkum heima í Føroyum at vera við til at senda trúboðarar út, og eg eri sannførdur um, at hetta er til stóra signing fyri okkum sum tjóð.
Nú eri eg sjálvur vaksin upp í einari fríkirkju, sum á so mangan hátt í arbeiðshátti líkist Heimamissiónini, og eg kenni sera væl tað stóra arbeiði, sum einstaklingar ? trúføst menniskju, sum eg nevndi at byrja við ? leggja í samkomuarbeiði. Ofta menniskju, sum annars einki gera um seg, men eru vitar, sum lýsa upp á leiðini og hava so ómetaliga stóran týdning. Vit hava sera nógv at takka hesum menniskjum fyri.
Sum tit vita, eri eg abbasonur Victor Danielsen, og eg haldi, at tað ger einki, um eg nevni tað í hesum sambandi, at tað var, meðan abbi var í Havn og gekk á læraraskúla 1911-1914, at hann bleiv vaktur andaliga um heystið 1913, og tað var í Meinigheitshúsinum. Hann tosaði alt lívið um tann danska indremissiónstrúboðaran, Ryving-Jensen, sum hjálpti honum ígjøgnum eitt øgiligt myrkur, sum hann fór ígjøgnum henda veturin 1913/14.
Eg skal enda við at takka tykkum øllum í tí Kirkjuligu Heimamissiónini fyri gott og uppbyggjandi kristiligt arbeiði bæði heima í Føroyum, á sjónum og úti í heimi. Eg ynski Heimamissiónini góðan byr framyvir og eydnu við arbeiðinum til frama fyri alt tað føroyska samfelagið.
 
Má Gud framvegis signa arbeiði tykkara.
 
Takk fyri