Tað mundi kjálkast fram ímóti meti, tá ið kappróðurin á vestanstevnu var á skránni leygardagin. Sjáldan man tað hava gingið so skjótt og væl at avgreiða róðrarnar, sum tað gjørdi á vánni í Miðvági.
Klokkan trý brast fyrsta startskotið í FM kappingini. Tá vóru væl eydnaðu barnaróðrarnir longu avgreiddir, og tá ið klokkan var hálvgum fimm, vóru 10-mannaførini longu farin um málið.
Kilometurin, sum tað varð kappast á, var innanfyri stóra grótkasti í Miðvági. Startdómarin hevði samband við grótkastið, tað var summarveður á vánni, og umstøðurnar hjá áskoðarunum, sum ongantíð høvdu høvi at keða seg, vóru góðar at fylgja við.
Fyrsti meistarin funnin
Í fleiri kappingum eru meistararnir so at siga funnir. Men tað er bara í kappingini millum 8-mannaførini, at støðan er soleiðis, at róðurin á ólavsøku einki hevur at siga fyri, hvør verður meistari.
Heiðabáturin vann á vestanstevnu. Munurin aftur til kappingarneytarnar var ikki so stórur, sum hann hevur verið fyrr í ár, men tað løgdu teir í gula bátinum vertin á. Sigurin og tað, at tað hesa ferð var Argjabáturin og ikki Árnfirðingur, sum var næstfyrstur, ber við sær, at stigamunurin er so mikið stórur, at eingin kann røkka Heiðabátinum. Uttan mun til hvussu tað fer at hilnast á ólavsøku.
Tá ið bilarnir komu aftur á Glyvrar tíðliga leygarkvøldið var fýrverk og móttøka eftir at bilarnir høvdu verið runt í kommununi og víst bátin fram.
Jarbardur vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum. Luttakararnir eru fáir í hesi kappingini. Tað ber við sær, at Jarnbardur verður meistari, um hann kemur á mál á ólavsøku, og hví skuldi hann ikki tað?
Sílið við kvinnum og Sílið við dreingjum kunnu illa sleppa undan at verða meistarar. Drekin við gentum er heilt væl fyri, og tað er Sundabáturin eisini, hóast tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist 6-mannafarinum úr Norðdepli og Hvannasundi at vinna.
Finalan
Stóra finalan í FM kappróðrinum í ár verður, tá ið 10-mannaførini fara at rógva um tvær vikur. Undan sjálvari finaluni er støðan tann, at Ormurin og Havnarbáturin hava sama stigatal. Tann av hesum báðum, sum verður fremri á ólavsøku, verður meistari. Tað ber ikki til at ímynda sær, at spenningurin skal verða størri eftir seks kappingar, enn hann nú er tað.
Havnarbáturin hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, og tí kann ikki annað sigast, enn at teir á Havnarbátinum mugu finna seg í at vera favorittar. Men talan er um so mikið tætta kapping, at tað væl kunnu vera teir heilt smáu lutirnir, sum fara at gera av, um tað verður tann hvíti ella tann blái báturin, sum verður meistari.
Sum tað nú so ofta verður tikið til: Tað verður tann, sum rakar dagin, ið fer at vinna!
Myndatekstur:
Undan sjálvari finaluni er støðan tann, at Ormurin og Havnarbáturin hava sama stigatal. Tann av hesum báðum, sum verður fremri á ólavsøku, verður meistari. Tað ber ikki til at ímynda sær, at spenningurin skal verða størri eftir seks kappingar, enn hann nú er tað.
Mynd:
Jens Kristian Vang