Tað skapti kjak um føroyska mannfólkabúnan, tá ið fótbóltsspælarin hjá HB, Sebastian Pingel, í Ólavsøkublaðnum varð avmyndaður í einari heilt serligari útgávu av búnanum.
Danski fótbóltsspælarin viðgongur í Sosialinum í dag, at hann – hóast hann bara var model – hevur hoyrt nógv fyri tað, kanska serliga um ólavsøkuna.
- Jú, tað havi eg gott nokk. Bæði frá KÍ-viðhaldsfólkunum, sum spurdu um eg ikki skuldi spæla í kjóla, men eisini frá øðrum. Tað var nú bara stuttligt og eg var hóast alt bara model, sigur hann.
Sebastian Pingel er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eisini svarar hvussu hann hevur tað við sokallaðu Odder-sakini eins og hann tosar um góðu gongdina í HB í løtuni.