Tað er neyðugt at hava eitt greitt mál

Lívið á útoyggj er knoss og tí ber tað illa til at sleppa upp í part, staðfesta tey enn eina ferð

Skulu vit tryggja okkum, at útoyggjarnar framhaldandi eru livandi samfeløg, verður tað neyðugt at hava eina menningarætlan fyri útoyggjarnar. Tað endurtekur Útoyggjafelagið enn eina ferð eftir aðalfundin í gjár.

Tey siga í eini frágreiðing á Facebook eftir aðalfundin, at hetta skal vera ein ætlan, sum er fakliga grundað, og sum byggir á tað, sum hvør einstøk oyggj heldur vera neyðugt.

Tað er eisini neyðugt at geva fólki á útoyggj fyrimunir av ymsum slagi, sum eggja yngri fólkum at búseta seg á útoyggj.

Í hesum sambandi hevur fleiri ferðir verið nevnt at útoyggj skulu fáa serliga bíligar prísir við Strandferðsluni og tað hevur eisini verið nevnt at seta tiltøk í verk, so at tað verður lættari hjá fólki á útoyggj at fáa fígging til bústaðir.

– Politiski myndugleikin er noyddur at taka støðuna í álvara, tí tað ber ikki til at skerja við aðrari hondini og krevja við hinari, siga tey.

Tey vísa eisini á, at ferðavinnan vantar nógv av útoyggjunum, tí ferðafólk vilja sleppa at síggja útoyggjarnar, og lívið har, og eisini politiski myndugleikin sær fyri sær, at ferðavinnan er ein sjálvsagdur vinnumøguleiki hjá teimum, sum búgva á útoyggj.

– Trupulleikin er bara tann, at veruleikin passar ikki til myndina, sum meginøkið hevur av útoyggjunum. Tað ber nevniliga illa til at gerast partur av ferðavinnuni, tí gerandisdagurin á útoyggj er eitt knoss, við tað, at tænasturnar eru fáar, og alt sum skal flytast av farmi og fólki, krevur tíð og tilrættalegging.

– Einki er einfalt, tað eru eingir handlar ongar lættkeyptar tænastur, og fáar hendur. Og fólk á útoyggj fáa ikki fígging til sethús og byggilendi er avmarkað, siga tey í útoyggjafelagnum eftir aðafundin.

Tey halda, at ein treyt fyri at menna útoyggjarnar, er, at samferðslan og  farmaflutningur eru nøktandi, at heilsutænastur og sosialar tænastur nærri fólkinum og at handil og skúli er á útoyggjunum.

Annars varð tað gjørt av á aðalfundinum, at tey, sum hava sitið í starvsnevnd og umboðsráði, halda fram eitt ár afturat. Óla Jákup úr Dímun er formaður, Olga Biskopstø er samskipari og Marius á Geilini er starvsnevndarlimur.

Í umboðsráðnum sita hesi: Jóhanna Hansen, Hattarvík. Andras í Frammistovu, Kirkja. Óli á Geilini, Svínoy. Anja Eliasen, Trøllanes. Magnus Eliasen, Mikladalur. Jóhanna Maria Isaksen, Húsar. Katrina Johannesen, Mykines. Kartin Lenvig, Hestur. Harry Jensen, Skúgvi og Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun.