– Og endi eg uttanfyri, so missi eg í hvussu so er alla ávirkan.
Tað segði Jenis av Rana áðrenn tingfundin í dag, tá avgreðin um flatskattin verður tikin.
Og tað bendir á, at sjálvútnevndi verjin av teimum á teimum niðastu rókunum helst fer at akta landsins leiðara, Jørgen Niclasen, og atkvøða fyri flatskattinum.
Í skrivandi stund er tó ikki greitt, hvussu leikur fer. Ein annar atfinningarsamur samgongutingmaður er Eivin Jacobsen í Sambandsflokkinum.
Hann vildi tó einki siga um, hvat hann fer at atkvøða.
Men greitt er tó, at løgmaður hevur sett hart ímóti hørðum: Tann, sum ikki atkvøður fyri fólkafloksuppskotinum um flatskatt, hann er ikki partur av samgonguni.