Politikkur snýr seg um at fáa ávirkan, og vilt tú hava ávirkan, so stillar tú tey fólkini upp, sum kunnu roknast við at fáa flestar atkvøður. Gunvá við Keldu er ein teirra.
Og er borgarstjórastarvið veruliga so krevjandi, so kann hon leggja løgtingssessin frá sær eina tíð. Hvør maður hevði ikki gjørt tað? Eingin sigur, at hon er borgarstjóri, tá næsta ár er farið, tí tá hevur verið kommunuval.
Ikki takstiskt – og politiskt ókorrekt – at ein sterk kvinna í einum hóttum flokki ikki er á listanum. Spurningurin er so, um talan er um eina ov varna kvinnu, ella hetta er floksins vilji...?