Annað umfar í Formula deildini var á skránni hetta vikuskiftið. Á pappírinum var tað 3. umfar, og tað vóru bara tríggir dystir avgreiddir í gjár. Ein var hóskvøldið og ein fríggjakvøldið. Tað kennist eitt sindur fløkjasligt, men undir øllum umstøðum eru nú tvey av teimum 27 umførunum avgreidd, sum tað skal spælast, telvast og stríðast í, áðrenn tað í oktober verður greitt, hvør hevur vunnið gull, silvur og bronsu, og hvørji tvey mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina.
Eftir at øll feløgini hava spælt tvær ferðir vísir støðutalvan, at tað er stórur munur á. EB/Streymur og HB hava vunnið fulla úrtøku, og B71, B68 og KÍ hava einki stig fingið. Felags fyri tey bæði við fullari úrtøku er, at tey higartil bara hava spælt á heimavølli. Felags fyri tey trý, sum einki hava fingið burtuúr, er, at tey higartil bara hava spælt á útivølli.
Komandi vikuskifti fáa B68, B71 og KÍ møguleikan á heimavølli, og tá skulu HB og EB/Streymur spæla á útivølli.
Tað er sjálvandi ov tíðliga at gera niðurstøður, tá ið kappingin bara er tvey umfør gomul, men vit royna kortini at gera viðmerkingar til toppin og botnin.
Toppurin
Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at HB og EB/Streymur fóru at verða millum bestu FM boðini. Úrslitini higartil boða frá, at tann metingin tykist fara at halda. Felags fyri HB og EB/Streym er, at talan er um væl samanspæld lið, sum dúva upp á kvalitetirnar og royndirnar hjá teimum, sum í fjør bóru liðini fram, og bæði feløgini hava undan hesum kappingarárinum skift venjara.
Tað er eisini felags fyri hesi bæði liðini, at tey miðvíst hava fingið sær styrk til tey plássini, har tað hevur verið mett neyðugt at styrkja seg. Talan er um landsliðsspælarar.
Fróði Benjaminsen er keyptur til at sláa botn í HB verjuna, sum í fjør var rættuliga opin. Í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur HB verjan hildið tætt.
Mikkjal Thomassen er keyptur at røkja leiklutin, sum Ronnie Samuelsen í fjør hevði á EB/Streyma miðvøllinum. Sjálvandi tekur tað tíð at spæla nýggjan spælara inn í so sjónskan leiklut. Tí er ov tíðliga at siga, hvør munurin verður á sentrala miðvøllinum sammett við í fjør, men eingin ivi er um, at EB/Streymur hevur miðjað eftir tí besta. Í fjør var Arnbjørn Hansen nógv skaðaplágaður. Í gjár skoraði hann tríggjar ferðir, og harvið er staðfest, at álopið hjá EB/Streymi hevur fingið strong at spæla uppá, sum tað ikki sást so nógv til í fjør.
Felags fyri HB og EB/Streym er, at tað hjá teimum hvørja ferð sita spælarar á beinkinum, sum høvdu verið sjálvsøgd val ímillum teir fyrstu ellivu hjá nógvum av hinum feløgunum. Spurningurin er, hvussu hetta fer at tørna út. Tað er uppgávan hjá venjarunum at halda øllum til og at syrgja fyri, at allir kenna seg eiga lut í góðum avrikum.
Botnurin
B71 hevur tapt tepurt í Runavík, og í gjár taptu sandoyingar stórt í Gundadali, har teir fyrstu løtuna ikki høvdu marginalirnar á sínari síðu. Hesi bæði tapini eru at liva við, hóast B71 í fjør vann 3-0 í Gundadali ímóti HB, meðan teir hesa ferð taptu 3-0.
B68 hevur tapt í Sarpugerði, og í gjár taptu teir í Streymnesi. Toftamenn vístu góðan hugburð í gjár, og teir tykjast ikki fara at verða sjálvsagda kanónføðin, sum fleiri kanska hava roknað við, at teir fóru at verða.
Hjá KÍ var tað ógvuliga stórt vónbrot, at tað ikki eydnaðist at vinna ella at fáa stig á Skála. Úrslitið ber við sær, at dagsskráin í Klaksvík er tann sama, sum hon var nógv tann størsta partin av kappingarárinum í fjør. Tað snýr seg um at sleppa av plássunum undir strikuni.
Fyrsta takið verður sunnudagin, og tað verður vorðin sum avbjóðing. HB við Christian Høgna Jacobsen og Andrew av Fløtum í fremstu plássunum fer at vitja. Fremsta álopsessið hjá KÍ skuldi verða Rodrigo. Hann verður leiknbannaður eftir at vera rikin av vøllinum á Skála!