Nú ber tað ikki til at taka tilsøgnina um at leiga øki í Hoyvíkshaganum til vindmyllur, aftur frá festaranum. Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað ber til, at ein einstakur festari á landsjørð, sleppur at gera avtalu við eitt einstakt felag, Røkt, um at seta vindmyllur upp í haganum, soleiðis at øll kapping um økið verður útihýst.
Bill Justinussen vil eisini hava at vita, hvør fær ágóðan av avtaluni, um tað er festi, ella um tað er festarin sjálvur.
Les eisini: Kunnu verða drigin í rættin um vindmyllur í Hoyvík
Høgni Hoydal sigur, at Búnaðarstovan fær ágóðan av at leiga sjálvt lendi til vindmyllurnar. Hinvegin fær festarin sjálvur inntøkurnar, sum avtalan við Røkt um at gagnnýta økið til vindmyllur, kasta av sær.
Høgni Hoydal sigur eisini, at avtalan ímillum Festaran og Røkt er gjørd fyri 2015 tá ið hendan samgongan kom til. Tá hevur tað í fleiri førum verið soleiðis, at tey, ið bjóðaðu seg fram at gera vindorkuútbyggingar, sjálvi útvegaðu sær avtalur um lendi.
– Í onkrum førum eru avtalur eisini gjørdar ímillum festarar og vindorkuframleiðarar og slíkar avtalur kunnu avmarka møguleikarnar at bjóða loyvini út alment.
Men annars var tað longu í 2005, at festarin fekk tilsøgn frá Búnaðarstovuni um at brúka lendið til slíkt endamál, og landsstýrismaðurin heldur, at tað er stak óheppið, at ein slík tilsøgn bar til.
Men hann sigur, at núsitandi landsstýrið hevur tó gjørt av, at frameftir verða tað myndugleikarnir sjálvir, sum skulu útvega avtalur um lendi, tá ið vindorka verður boðin út.
Endamálið er, at øll, ið bjóða, skulu hava somu treytir, og at avtalur ikki skulu gerast ímillum vindorkuframleiðarar og einstakar festarar.
Hann sigur eisini, at í Fiskimálaráðnum eru tey komin til ta løgfrøðiligu niðurstøðu, tað ber ikki til at taka tilsøgnina um loyvi til at leiga lendi til vindmyllur, aftur frá festaranum, tí at onkur annar vil sleppa at leiga sama lendi. Samstundis er tað heldur ikki sannlíkt, at onnur viðurskifti fara at gera seg galdandi, sum kunnu elva til, at loyvi skal takast aftur.
– Verður tilsøgnin tikin aftur, uttan haldgott grundarlag, kann hetta hava eitt endurgjaldskrav við sær fyri fíggjarligan miss til Røkt og festaran.
Men annars er tað Orkudeildin á Umhvørvisdeildini, sum nú skal taka støðu til loyvið um at seta sjálvar vindmyllurnar upp.