Tað er strævið á Hafnia

Mánadagin fóru eg og myndamaðurin, Jens Kristian, okkum ein túr inn á tað hugnaliga Hotel Hafnia. Har hittu vit tvær gentur Maibritt og Maud, tær eru í stravsvenjing á Hotel Hafnia. Tær eru ávíkavist frá Oyndarfirði og Skála, og ganga báðar í 10 flokki á Stranda skúla.

STARVSVENJING

Áðrenn vit byrjaðu at práta, tók myndamaðurin eina mynd av hesum fittu gentum. Síðani settu vit okkum í eina sofu, at fáa okkum eitt lítið prát. Eg spurdi tær nakrar spurningar um hvussu tað er at verða í starvsvenjing á Hafnia.

? Her er gott at verða, fyrsta dagin var tað ógvuliga strævið, í hvussu er í køkinum sigur Maud við einum stórum suffi á andlitinum, skrellaði eplir, gularøtur, og leyk í hópa tali, upp í heilar sekkir.

? Tað var eisini ógvuliga strævið tann fyrsta dagin at servera, tí man stendur uppi allatíðina, gongur runt, tekur dúkar av, leggur dúkar á og so víðari, tað var ikki bara strævið tann fyrsta dagin, men eisini allar hinar dagarnar? sigur Maibritt.

? Fólkini eru fitt at arbeiða saman við, kanska eitt sindur strang av og á? siga tær báðar tvær. Starvsvenjingin er í tvær vikur, ta fyrru vikuna hevur Maibritt serverað, og Maud verið í køkinum, og ta næstu vikuna skulu tær skifta um.

Tær búgva báðar í Havn meðan tær eru í starvsvenjing, tí tær byrja tíðliga um morgunin, í køkinum byrja tey kl. 09.00 og arbeiða líka til kl. 17.00, og tey sum servera byrja kl. 08.00 og arbeiða til kl. 16.00, so tað fer ein heilur dagur við at arbeiða. So tær fáa seg rættuliga royndan.